Fótbóltur
NSÍ er framvegis partur av stríðnum um heiðurskrónurnar, og B68 er framvegis partur av stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað sigur talvan eftir 18. umfar.
Hóast trý stig á Toftum, so má møguleikin fyri, at NSÍ skal endurvinna meistaraheitið, metast at vera burtur. Men teir í Runavík tykjast, eftir í trimum teimum fyrstu umførunum eftir summarsteðgin bara at hava vunnið eitt stig, at vera komnir aftur á beint.
Hóast onga úrtøku ímóti grannunum, so má møguleikin fyri, at B68 skal flyta niður, metast at vera lítil. Teir á Toftum eru tilvitaðir um sína støðu, og tað snýr seg um at sleppa undan at enda aftur í deildini, sum teir í fjør vunnu og fluttu upp úr.
NSÍ tryggjaði sær stigini við málinum, sum teir skoraðu, tá ið tað restaði eitt stórt korter av 1. hálvleiki. Hjalgrím Elttør og Nenad Stankovic spældu seg ígjøgnum fram eftir miðásinum, og Hjalgrím sneiddi tveir mótstøðumenn av sær, áðrenn hann smekkaði til. Vlada Filipovic í B68 málinum hálvbjargaði, og Karoly Potemkin var fyrstur á returinum.
Tað var langt millum málmøguleikarnar, og NSÍ átti teir mest sum allar. Øssur Dalbúð kundi havt avgjørt, tá ið hann tíggju minuttir undan hvíldini úr góðari støðu setti krúllin undir bóltin, sum sigldi á málverjan.
Karoly Potemkin var fleiri ferðir tætt við, men hann misnýtti stórar møguleikar. Onkra ferðina sendi hann við síðuna av málinum, og aðrar ferðir var Vlada Filipovic á rætta staðnum.
Tannleyst
Hóast heimaliðið hevði fríska lágættarlotið undan í 1. hálvleiki, so hildu toftamenn seg til konseptið, sum í trimum teimum fyrstu royndunum eftir summarsteðgin hevði givið fulla úrtøku. Við væl skipaðum verjuparti snúði tað seg um at gera tað torført hjá mótstøðumonnunum at leypa á, og so at bíða eftir møguleikanum fyri at fara í mótálop.
Sammett við undanfarnu ferðirnar, tá ið tað hevur hilnast so væl og úrtøkan hevur verið maksimal, var verjan broytt. Pól Jóhannes Justinussen, ið saman við Jóhan Dávur Højgaard hevur verið sannur brandur í miðverjuni, var ikki við. Orsøkin var tann, at hann í summar er fluttur úr Runavík og út á Toftir. Tað sigst vera partur av treytini, at hann ikki skuldi vera við ímóti sínum gamla felag. Í hansara stað var Dánial Hansen miðverji. Hann flutti eisini í summarsteðginum úr Runavík og út á Toftir, men eftir øllum at døma var tað undir lagaligari treytum, enn flytingin hjá Justinussen manninum.
B68 mótálopini vóru heilt fá og smá, og skotroyndir undan lotinum í 1. hálvleiki sást einki til. Sum 2. hálvleikur leið, slepti B68 meiri í verjuni í roynd at fáa mál og harvið at tryggja sær stig.
Serliga eftir, at NSÍ miðverjin og landsliðsspælarin Jóhan Troest Davidsen miðskeiðis í 2. hálvleiki hevði sæð reytt fyri neyðbremsu, royndi B68 at spenna álopsbogan. Dánial Hansen varð fluttur fram í álopið, og royndu vongverjarnir, Arnbjørn Danielsen og Øssur Hansen, vóru ofta gestir í NSÍ brotsteiginum. Men tað spurdist einki burturúr. Næst við vóru toftamenn, tá ið teir høvdu bóltin á træverkinum aftanfyri Tórð Thomsen, sum var stinnur í NSÍ málinum.
Óli Hansen var sannur brandur í NSÍ miðverjuni, tá ið høgar sendingar vóru lagdar í brotsteigin, og Aco Pandurovic megnaði eisini miðverjuuppgávuna, tá ið hann var fluttur av vongverjanum, sum Hjalgrím Elttør síðani tók sær av, inntil verjukendar útskiftingar vórðu framdar.
Gamal hugburður
NSÍ snittið, sum í fjør bar so nógvar sigrar og at enda fyrsta FM heitið við sær, hevur tað leingi verið torført at fingið eyga á. Í gjár kendist tað sum um, at NSÍ spælararnir í hugburði og harvið viljanum at geva seg fyri hvønn annan vóru á rættari kós, og tað bar fulla úrtøku við sær.
Um meistararnir aftur í ár skulu vinna heiðursmerkir, og hvørjum slagi hesi so skulu verða av, valdast ikki minst, hvussu tað fer at hilnast, tá ið NSÍ í fýra uppgerðum á rað fer at spæla ímóti kappingarneytunum at vinna heiðursmerkini: Víkingur (ú), B36 (h), EB/Streymur (h) og HB (ú).
Áðrenn toppliðini tørna fyri, skulu meistararnir mikukvøldið prógva yvir fyri sær sjálvum og hinum, at teir hava funnið seg sjálvar, tá ið teir fáa vitjan av B71, og tá ið ÍF sunnudagin kemur til Runavíkar. Men nú ræður um at taka ein dyst í senn!
Toftamenn – við Pól Jóhannes Justinussen í miðverjuni, fara at fáa sína søk fyri longu mikukvøldið, tá ið teir fara at vitja Víking, sum tað í løtuni liggur betri fyri hjá enn teimum flestu.