Aftur grind í Vágum

Triðja grindin í Vágum hesar seinastu tríggjar vikurnar lá fyri Bø, beint áðrenn blaðið fór til prentingar


 

Grind

»Tað liggur ein grind á Seyrvágsfirði«. Soleiðis byrjar tann altíð aktuella skaldsøgan Feðgar á ferð. Og aftur í gjár, beint áðrenn blaðið fór til prentingar, lá ein grind á firðinum.

Sagt varð av sýsluskrivstovuni í Miðvági, at ætlanin var at halda henni til út á seinnapartin. Hvussu stór hon var, vistu tey ikki rætiliga at siga, men aðrastaðni frættist, at hon mundi vera oman fyri hundrað hvalir.

Av sýsluskrivstovuni frættist, at tað er stórur áhugi fyri grindini aðrastaðni í landinum. Telefonin ringir alla tíðina, siga tey. Tað er fólk, sum vil keypa, eins og eisini fleiri kommunur eru áhugaðar í at fáa ein bita av grind, nú so væl tykist vera til í Vágum í ár.

Sagt verður, at drápspartar verða býttir, men ikki verður roknað við heimapørtum í Vágum hesaferð. Tó var tað ikki endaliga avgjørt, tá vit tosaðu við sýsluskrivstovuna, áðrenn evstamark í gjár. Men lítið var at ivast í, varð sagt, at flutt fór at verða av oynni.