Aftur í ár liggur Finnland á odda sum heimsins eydnuríkasta land beint framman fyri Danmark.
Tað vísir ST frágreiðingin World Happiness Report, sum er almannakunngjørd í dag.
Tað er sætta árið á rað, at finnar eru kosnir sum heimsins eydnuríkasta fólk.
Danmark varðveitir annaðplássið frá í fjør. Tað er betri enn í 2021, tá Danmark var nummar trý.
Í nógv ár var Danmark annars á fremstaplássið, men seinasta, tað var, var í 2016.
Tað er ST sum kannar, hvat land er eydnuríkast, við millum annað at hyggja eftir, hvussu koronufarsóttin hevur ávirkað vælferð fólksins.
Frágreiðingini World Happiness Report verður gjørd árliga av granskarum í USA við dátum frá Gallup.
Eftir Finnland og Danmark koma Ísland, Ísrael, Holland, Svøríki, Noreg, Sveis, Luxemburg og New Zealand.
Afganistan og Libanon eru framhaldandi tey minst eydnuríku londini í heiminum sambært ST.
Á einum lista frá 0 til 10 skorar fólkið í Finnlandi 7,8. Á øðrum plássi skorar Danmark 7,6, meðan Ísland á triðja plássi skorar 7,5. Sama ger Ísrael á fjórða plássi, meðan Holland á fimtaplássi skorar 7,4.
– Finnland liggur munandi framman fyri Danmark á øðrum plássi, staðfestir eydnugranskarin á Folkehelseinstituttet í Oslo, Ragnhild Bang Nes, við norsku tíðindastovuna NTB.
Hon vísir millum annað á, at tað er ójavnin í Finnlandi er lágur, eins og finnar hava tryggar og góðar vælferðarskipanir.
– Og so eru finnar kanska eitt sindur meira beskednir og hava lægri væntanir, enn vit, sum til samans merkir, at tey hava stabiliserað seg á tindinum á listanum, sigur norski granskarin.
World Happiness Report er grundað á eina samanseting av fleiri faktorum. Teir eru millum annað fatanin av, hvussu nógv mutur er, stórtøkni, frælsi, væntað livitíð, sosialur stuðul og bruttotjóðarúrtøka fyri hvønn íbúgva.
/ritzau/