Tað hevur vakt stóran ans, at gomlu floksfelagarnir hjá fyrrverandi serbiska forsetanum, Slobodan Milosevic, longu eru á veg aftur á tann politiska pallin í heimlandinum.
Tað hendi mikudagin, tá tann konservativi flokkurin hjá Vojislav Kustunica kunngjørdi, at hann hevði gjørt av at samstarva við gamla flokkin hjá Milosevic. Eygleiðarar siga hetta vera hugvekjandi, tí fyri trimum árum síðani var Kostunica ein av undangongumonnunum til at fella Milosevic. Sjálvur sigur Kostunica, at samstarvið ímillum flokkarnar gagnar landinum.
Summar keldur vilja vera við, at Milosovic sjálvur skal hava verið ímóti samstarvinum, men at floksfelagarnir sýta fyri at gera eftir boðum hansara, nú hann situr í fongsli í Haag. Sambært eygleiðarum er tað ikki óhugsandi, at gomlu floksfelagarnir hjá Milosevic eisini sleppa upp í ta komandi stjórnina í Serbia.