Aftur innbrot eftir øli

Tjóvarnir vórðu seinni tiknir við góðari kenning


Enn einaferð hevur innbrot verið í eina goymslu hjá bryggjarínum, Okkara.

Hesa ferð varð innbrot í goymsluna hjá Okkara á Hálsi í Havn.


Innbrotið varð síðstu nátt og løgreglan sigur, at tjóvarnir hava tikið heili 10 kassar av øli og pengakassan.

Talan er um tað, tey nevna 10 rammur av øli við 24 ølum í hvørjari rammu.

Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógv var í pengakassanum. Tað var ikki tað stóra, men kortini eitt sindur av pengum, sum tikið verður til.

Innbrotið varð fráboðað tíðliga í gjáramorgunin og løgreglan sigur, at tað var rættiliga skjótt at tey fingu rættiliga góð spor at ganga eftir.

Og seint seinnapartin í gjár vóru fýra mans handtiknir.

Teir vóru so mikið ávirkaðir av rúsdrekka, at enn hevur tað ikki eydnast løgregluni at avhoyra teir.


Teir sita í varðhaldinum og tað verður sum dagurin líður, at teir verða avhoyrdir, sigur løgreglan.

So verður støða tikin til, hvussu farast skal víðari fram.