Enn einferð hava KT-brotsfólk brotið inn í netbankan hjá eini føroyskari fyritøku.
Tað siga allir fýra føroysku peningastovnarnir í felags tíðindaskrivi í dag. Men teir leggja afturat, at tíbetur eydnaðist at steðga flytingini.
Seinasta innbrotið var í síðstu viku og hetta er aðru ferð í ein mánað, og aðru ferð í søguni, at brotið er inn í føroyskan netbanka.
Talan var aftur hesuferð um eitt innbrot í netbankan hjá einum vinnuligum viðskidrafólki.
Tað eydnaðist kortini peningastovninum at steðga flytingini í evstu løtu.
Tað vóru starvsfólk í peningastovninum, sum varnaðust innbrotið, tí eftir nýggju mannagongdunum, sum vórðu sett í verk eftir fyrra innbrotið, skulu starvsfólk í bankanum avgreiða allar flytingar uttanlands, yvir eina ávísa upphædd, avgreiðast við hond.
Tað ber í sær, at peningastovnurin vendir sær til viðskiftafólkið at vátta flytingina.
- Soleiðis eydnaðist at steðga flytingini í síðstu viku, áðrenn hon var endaliga avgreidd og av tí sama eydnaðist heldur ikki tjóvunum at stjala peningin.
Tilburðurin er meldaður og løgreglan roynir nú at finna fram til brotsfólkini.
Peningastovnarnir siga, at ein orsøk til, at slík innbrot í netbankan eydnast, er, at fólk hava ikki nøktandi KT-trygd á síni egnu teldu.
- KT-brotsfólk leggja njósnaraforrit, eisini nevnt malware, á teldur, sum geva KT-brotsfólkunum atgongd til telduna hjá hjá fólki.
- Hetta merkir at brotsfólkini fáa atgongd til skjøl, myndir, teldupostar, loyniorð og trygdarlyklar til netbankan.
Eftir tað fyrrra innbrotið í netbankan, broyttu peningastovnarnir mannagongdir tann 14. mai, og næstu tíðina verða fleiri broytingar settar í verk.
Øll privat viðskiftafólk eru tryggjað ímóti tapum, sum standast av møguligum innbrotum í netbankan.
- Hinvegin eru vinnulig viðskiftafólk ikki vard ímóti slíkum tapum, men tað ber til at tekna eina trygging ímóti KT-brotsverkum.
Men tey, sum hava teldu, kunnu eisini sjálvi gera nógv fyri at minka um vandan fyri tílíkum innbrotum
- Nýt eitt antivirusforrit, sum verður dagført sjálvirkandi og altíð er virkið.
- Trygdardagføringar til telduna skulu altíð setast í verk.
- Nýt ein persónligan firewall á telduni.
- Trýst ikki á leinkjur og lat ikki viðfestar fílur upp, sum tú fært umvegis teldupost, veitst tú ikki, hvør sendarin er.
- Kanna tínar kontur javnan. Set teg í samband við tín peningastovn beinanvegin, um okkurt er skeivt.
- Hevur tú illgruna um virus á telduni, skalt tú ikki brúka netbankan, fyrrenn trupulleikin er loystur.
- Ver sera varin við at lata persónligu upplýsingar umvegis netið, eitt nú í telduposti ella til onkra heimasíðu.
- Tak bara forrit frá álítandi keldum og heimasíðum, niður av netinum.
- Ansa væl eftir tínum loyniorðum. Tey skulu vera ring at gita seg fram til og tí er ikki klókt at hava føðingardagar og annað slíkt sum loyniorð.