Aftur koyrandi í Kollfjarðartunnlinum

Á løgreglustøðini verður nú sagt, at tað aftur er koyrandi í Kollfjarðartunnlin, aftaná at tað hevur eydnast Landsverk, at fáa lastbilin leysan aftur.


Løgreglan stongdi tunnilin fyri allari ferðslu fyrr í morgun, tí ein lastbilur hevði rent seg fastan í tunnilin. Meðan tunnilin var stongdur, vóru bilførarar bidnir um at koyra eftir Oyggjarvegnum í staðin.


Tað var tó ikki bara sum at siga tað, tí sambært Landsverk, so var rættiliga vindhart uppi á Oyggjarvegnum í dag. Vindmátarin á Norðradalsskarð boðaði nevniliga frá stormi, í hvirlunum upp til 35,6 metrar um sekundið.


Tað førdi við sær, at Strandferðslan fyribils steðgaði teimum bussleiðum, ið vanliga koyra gjøgnum tunnilin, bussleið 100, 300 og 400.