Aftur leitað eftir Pidda

Í dag hava Tórshavnar Sløkkilið, Skálafjarðar Sløkkilið og Brimil havt eina stóra leiting. Hetta varð gjørt eftir áheitan frá politinum.

Leitað var á sjónum líka frá munnanum av Norðoyatunlinum leirvíksmegin og allan vegin niðan fyri gamla Leirvíksvegin.

Eisini hava teir leitað í Fuglafirði.

Kavarar leitaðu í ovara parti av sjónum, inni við land, og kavarar fóru longur niður og filmaðu á botninum.

Tyrlan var eisini har.

Heiðrikur Christiansen, sløkkiliðsmaður í Havn, sum samskipaði leitingina, sigur, at samstarvið ímillum sløkkiliðsfólk og teir á Brimli var fyrimyndarligt.

– Men leitiúrslitið kundi verið betri, tí vit funnu einki, sigur Heiðrikur Christansen.