Tað er líkt til, at tey fremstu republikonsku valevnini skiftast um at vinna uppstillingarvalini í USA. Fyrst vann Mike Huckabee í Iowa, so John McCain í New Hampshire og seinast Mitt Romney í Michigan. Nú benda meiningakanningarmnar á, at McCain fer at vinna næsta valið, sum verður í Suður Karolina leygardagin. Hann fær 29 prosent, Huckabee 23 og Romney 13.