Aftur nógvur svartkalvi í dag

Ein lítil triðingur av tí, sum uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi í dag, var svartkalvi frá trolarum og línuskipum. Marknaðurin seldi knappliga 25 tons av svartkalva, og prísurin var 20,05 krónur fyri kilo.

Umleið 15 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 16,10 krónur, toskur III fyri 15,57 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 13,71 krónur.

Knappliga sjey tons vóru av kongafiski. Tað mesta var kongafiskur II, sum fekk meðalprísin 9,14 krónur. Av longu vóru um fimm tons og av blálongu umleið fýra tons. Longa II fór fyri 12,74 krónur og blálongan fyri 12,04 krónur.

Tey 80 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri 1,4 millión krónur.