Hergeir Nielsen
Vit fingu tíverri rætt í verstu spádómum okkara, og nú svíður sum svøllir.
Samgongan leitar við ljós og lykt eftir at sløkkja, har sløkkjast kann, og setur daglig met her um okkara leiðir.
Fyrst jarðløgdu teir meginbókasavnið, og so kom túrurin til miðnámsskúlan.
Røktarheim og starvs-setan fløktu teir í ein ellibita eftir einari løtu.
Teir komu tómhentir suður og teir fóru tómhentir avstaðaftur. Vit hava fregnast eftir 35 mió.kr. stórari fígging av 35 størvum á einum ellis- og røktarheimi, men har er einki.
Málið er ein total fiasko í teirra hondum, og ongar fyrireikingar eru gørdar.
Ikki so frægt at teir hava spurt kommununar eftir.
Og ágangurin heldur fram.
Upplýst er, at Landsverk hevur sagt upp 10 monnum, og at seks av hesum uppsøgdu eru í Suðuroy, sum frammanundan hevur stórsta arbeiðsloysi í landinum.
2,4 mió.kr. stórt avlop er av Øravíkar Hov bergholinum, men tann peningurin skal flytast norðureftir og skal ikki brúkast til tómar hendur um okkara leiðir, sigur samgongan.
Í Suðuroynni eru tvær verkætlanir støðgaðar upp. Breiðkingin av Akravegnum og royndarboringin av Famjinsbergholinum.
Hvat gerast skal við Hvalbiarbergholið, vita vit ikki reint tekniskt, men bráðneyðugt er at fara undir kanningar av, hvat gerast skal.
Um frægast er at gera nýtt, so skal tað raðfestast nú, og minst líka so frammarlaga sum javngomul berghol aðrastaðni.
Vit hava ovurstórt arbeiðsloysið í Suðuroynni og lok er lagt á fleiri verkætlanir her.
Tá so er, er tað skilaleyst at flyta pening, sum er játtaður til Suðuroyar, burtur haðani.
Men tað ger samgongan á nýggjastu ránsferð síni í Suðuroynni, har hon kemur eftir 2,4 mió.kr. at flyta aðrar vegir.
Hesum ganga vit ímóti og skjóta í staðin upp at flyta:
?0,8 mió.kr. til víðari kanningar av Fámjins-bergholinum,
?0,8 mió. kr. til víðari kanningar av Hvalbiarbergholinum,
?0,8 mió.kr. til breiðking av Akravegnum.
Ivasamt er, hvørja lagnu hetta uppskot fær, men hjartaleysir eru teir, um teir ikki unna Suðuroynni tað sindrið, henni var tillutað.