Aftur rós til Christian Eriksen

- Um eg hevði pengarnar hjá Manchester City, so hevði keypt Christian Eriksen og leiga hann aftur til Ajax, sigur fyrrverandi Ajax venjari. 18-ára gamli danin spældi ein frálíkan dyst í Parkini móti Onglandi mikukvøldið. Miðlarnir hava verið á tremur við lovandi orðum um miðvallarin, sum til dagligt spælir í hollendska Ajax.

 

- Christian Eriksen er ein tann mest lovandi leikarin sum spælir í leiklutinum hjá ?10?arinum? sum Ajax hevur havt í langa tíð. Hann er á støðið við Jari Litmanen, Wesley Snejider og Rafael van der Vaart, sigur Martin Jol, sum var venjari hjá Ajax fram til desembur.

 

Fleiri av stóru liðnum í Evropa hava eyguni eftir danska miðvallarinum.

 

- Um 18 mánaðir er hann ov góður til hollendskan fótbólt. Í leiklutinum sum ?10?arin? hevur hann allar eginleikar, ið skulu til. Hann dugur at brúka bæði vinstra og høgra bein, skjýtur væl, góður dribblari og er altíð klárur við onkrari fintu, sigur Martin Jol við The Sunday Times.

 

Barcelona, AC Milan, Liverpool og Arsenal eru øll sett í samband við Christian Eriksen.

 

Sjálvur hevur danin eitt ynski um at spæla í Spania ella Italia.