Tað hevur aftur verið av ringasta veðri í kvøld, og tað er komið eitt sindur óvæntað á, at tað skuldi verða so strangt. Veðurtíðindini hava boðað frá nógvum vindi, upp í einar 23 metrar um sekundið, men nógvastaðni hevur hann verið meiri enn tvær ferðir tað.
Umframt at hava elvt til skaðar, hevur tað eisini tarnað samferðsluni í kvøld. Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahavn í kvøld, avlýsti og í Suðuroy góvust Bygdaleiðir at koyra. Samstundis gavst bussurin, sum koyrir ímillum Havnina og Klaksvík eisini, og bussurin, sum koyrir ímillum Fuglafjørð, Gøtudal og Klaksvík.
Strandfaraskipið, Teistin, varð eisin lagdur, og seinastu túrarnir í kvøld, úr Skopun klokkan 22.30 av Gomlurætt klokkan 23.05, verða ikki sigldir.
Túrurin hjá Smyrli av Havnini klokkan 21.15 varð avlýstur og ístaðin fer Smyril suður klokkan sjey í morgin árini, norður aftur klokkan 10, og síðani verður siglt eftir ferðaætlanini.
Samstundis er eisini Ternan givin við siglingini um Nólsoyarfjørð í kvøld.
Marin Gaardlykke, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at sum útlitini eru nú, verður tað frægari í morgin, og so er bara at vona, at tað heldur.