Aftur spreinging á kjarnorkuverki

Í nátt var aftur ein spreinging á einum kjarnorkuverki í Japan. Hesaferð snýr tað seg um tann triðja reaktorin á kjarnorkuverkinum Fukushima-Daiichi. Beint aftan á spreingingina boðaðu myndugleikarnir frá, at trý fólk fingu skaða, og at sjey onnur eru ikki komin afturíaftur.

Tað er ikki greitt, at spreingingin hevur elvt til geislavirknan leka, men sambært fyritøkuni Tokyo Electric Power Company, sum eigur verkið, er tað ikki líkt til, at sjálvur reaktorurin hevur fingið skaða.

Spreingingin á Fukushima-Daiichi var beint aftan á ein harðan eftirskjálvta, sum var 6,2 á Richterstiganum.