Aftur stórt rúsevnismál

Tvey kilo av hassji vórðu fjald í eykahjólinum á bilinum hjá tveimum monnum, sum mánamorgunin komu til Føroya við Norrønu. Tríggir av monnunum hava longu fingið dóm

Ein stórur partur av rúsevnunum, sum koma til Føroya, verða smuglað við Norrønu úr Danmark.
Tað bendir alt á, tí at kalla hvørt grundlógarhoyr, sum hevur verið í Føroya rætti í ár, hevur verið nakað eftir, at Norrøna er komin til landið.
Ein, sum dømdur varð í rúsevnismálinum í hinari vikuni segði eisini, at vandin fyri at verða tikin, var minni, tá ið ferðast varð við Norrønun, enn tá ið farið varð umvegis flogvøllin í Kastrup til Føroya.
Í gjár vórðu fýra menn millum 32 og 24 ár í rættinum, skuldsettir fyri at hava smuglað 200 gramm av hassji til Føroya.
Tað vóru tveir danir, sum komu til Føroya við bili mánamorgunin. Teir vórðu handtiknir klokkan 14.10, tað vil siga nakað eftir, at teir vóru komnir til Føroya.
Sambært ákæruvaldinum høvdu teir fjalt hassjið í eykjahjólinum í bilinum.
Báðir noktaðu seg í fyrsta umfari sekar.
Annar danin varð haraftrat skuldsettur fyri fyrr í ár at hava smuglað 200 gramm av hassji til Føroya.
Hinir skuldsettu vóru tveir ungir føroyingar, sum ákæruvaldið segði skuldu taka ímóti hassjinum og selja tað í Føroyum.
Annar noktaði seg sekan í fyrsta umfari, men hin játtaði og valdi at greiða rættinum frá.
Fyri ikki at ávirka rannsóknirnar hjá narkopolitinum, sum hevur illgruna um, at aðrir luttakarar í hesi smuglingini møguliga ganga leysir.
Hesin maðurin varð eisini skuldsettur fyri at hava keypt eina ókenda nøgd av hassi til egna nýtslu og at hava selt nakað víðari.
Nógvur peningur er í handli við rúsevnum. Í Føroyum kostar eitt gramm av hassji nú 250 krónur. Bruttoinntøkan av tveimum kilo av hassji hevði tí verið ein hálv millión krónur. Teir báðir seljararnir skuldu fáa 10 prosent av søluni, tað vil siga 50.000 krónur.

Tosaðu kortini
Men eftir at annar føroyingurin hevði lagt kortini á borðið, valdu teir báðir danirnir at gera tað sama og játtaðu seg sekar.
Teir vórðu dømdir seks mánaða fongsulsrevsing. Teir vórðu latnir leysir, tí teir skulu sita seinni.
Føroyingurin, sum játtaði seg sekan, varð eisini latin leysur. Hann fekk fýra mánaða fongsulsrevsing og skal sum danirnir sita dómin seinni.
Hin føroyingurin helt fast við, at hann var ósekur. Hansara varðhaldsfongsling varð long við tríggjr ferðir 24 tímum.