Aftur stórt tap og einki mál

Í dag tykjast KÍ kvinnurnar hava møguleika fyri at vinna árliga sigurin í europeisku kappingini

UEFA CUP KVINNUR

Eftir at KÍ kvinnurnar, sum í hesi vikuni eru í Hollandi og luttaka í innleiðandi UEFA Cup umfari, hava spælt tvær ferðir 90 minuttir, eiga tær framvegis til góða at skjóta fyrsta málið.
Týskvøldið taptu tær 8?0 ímóti eingilska Fullham, og hóskvøldið eydnaðist tað heldur ikki at skjóta mál. Tá var mótstøðuliðið vertirnir Teer Leede. Umleið 300 áskoðarar fegnaðust um trivaliga heimasigurin upp á 5?0.
Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum, sum fylgir við Europa Cup ferðini hjá KÍ kvinnunum, so hevði KÍ bóltin meiri hesa ferð, enn tær høvdu í fyrsta dystinum, tá ið eingilska liðið var sera ágangandi og ongantíð gav KÍ kvinnunum frið. KÍ hevði fleiri hornaspørk, og serliga Rannvá B. Andreasen hevði fleiri royndir ímóti málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin inn um málverjan hjá hollendska liðnum, sum var sera stinn.
Jón Harald Poulsen, annar av KÍ venjarunum, sigur, at mótstøðuliðið beinanvegin fekk tvey mál, sum vóru rættuliga bílig. Í tí fyrra førinum ? tað var í 4. minutti ? kom málið eftir afturlegging. Talan var so at siga um sjálvmál, sum var púra óneyðugt. Fýra minuttir seinni var 2?0. Ein av mótstøðuspælarunum gjørdist einsamøll við KÍ málverjanum. Í 19. og 32. minutti var aftur galið. Í báðum førunum var talan um mistøk í verjuni, sum vórðu dyggiliga sektað.
Í steðginum varð roynt at rætta upp á verjuspælið, og tað gekk væl betri í 2. hálvleiki. Tá fekk hollendska liðið bara mál í síðstu løtu, tá ið tær settu fríspark beinleiðis í málið.
Úr KÍ leguni verður sagt, at tað er heilt týðuligt, at teirra lið hevur trupulleikar, tá ið verjan verður sett undir trýst. Tað er ikki so undarligt, tí í heimligu kappingini er KÍ verjan so at siga ongantíð undir trýsti. KÍ hevur higartil vunnið allar landskappingardystirnar við umleið tíggju málum og ofta við meiri enn so.
Bæði í fjør og í fyrraárið eydnaðist tað KÍ at vinna ein dyst í Europa Cup. Í dag skal KÍ spæla ímóti FC Codru úr Moldova, og møguleikar tykjast vera fyri góðum úrsliti. FC Codru tapti týsdagin 8?0 ímóti Teer Leede, og hósdagin taptu tær 9?1 ímóti Fullham. Í dag fara Fullham og Teer Leede at spæla um fyrsta plássið í bólkinum, og KÍ fer at stríðast við FC Codru fyri at sleppa undan fjórða og aftasta plássinum.