Aftur steyp til Strendur

H71 stríddist til fánýtis móti yvirmaktini, tá mansfinalan var á skránni leygardagin

Coca-Cola kappingin

Tað gekk júst soleiðis, sum tey flestu høvdu roknað við, tá mansfinalan í steypakappingini í hondbólti var á skránni.
Hoyvíkingar vóru eitt sera óvæntað innslag í finaludystinum, men hóast teir stríddust av øllum alvi, so megnaðu teir ikki at basa strandingunum, sum nú fjórða árið á rað vóru partur av steypafinaluni.

Kvikleikin er trupulleikin
Longu fyri steðgin var rættiliga skjótt greitt, hvønn vegin tað bar, og tað var somuleiðis greitt, hví hoyvíkingar so oftani hava tað so trupult móti júst StÍF. Hóast H71 rættiliga skjótt fekk toluliga gott skil upp á vælvaksnu verjuna, og á tann hátt megnaðu at halda strandingunum so nøkunlunda í skák, so megnaðu teir ikki at gera sær dælt av hesum. StÍF dugdi nevnliga eisini at verja. Kvika og offensiva spælið gav her bonus í fleiri kontra-álopum, tá hoyvíkingarnir ikki høvdu stórt øðrvísi streingir enn skothóttanirnar frá Halgir og Gerster. Nakrar ferðir varð roynt at spæla tunt, men tá gjørdist tað í flestu førunum júst so spískt, sum strandingar vildu hava tað, og so var tað sjáldan, at Rasmus Magnusson hevði stórvegis trupulleikar av royndunum.
Og í hinum endanum sýndi StÍF eisini, at teir hava fleiri streingir at spæla uppá. Ikki minst gjørdi Mihai Marinescu góðan mun við skothóttan sínari, sum fleiri ferðir var við til at bróta ígjøgnum fløtu verjuskipanina hjá hoyvíkingum.

Rutinan avgjørdi
Kanska vóru tað fleiri, sum í steðginu hildu, at hetta fóru strandingarnir at koyra heim, og kanska var tað eisini hetta, sum leikararnir sjálvir hildu.
Hoyvíkingar vóru tó av aðrari fatan. Partvíst hevði spælið fyri steðgin verið merkt av nervum, nú tað hjá fleiri av leikarunum var talan um spildurnýggja uppliving, men alt hetta var tó tveitt fyri borð eftir steðgin. Leikararnir tóktust nú bara at njóta ta stóru uppliving, sum ein steypafinala er. Trý mál á rað syrgdu fyri, at spenningur av álvara kom í dystin, og tá Halgir við einum framúr høggi legði H71 upp á 19-18, kom av álvara kók í hoyvíkspartin av høllini.
Kanska hevði H71 nú eisini møguleikan at gera arbeiðið liðugt við at taka triðja oddaliðið á rað úr steypakappingini, men tað gjørdist ikki meira enn eitt kanska.
Munurin á royndunum kom nú nevnliga greitt til sjóndar á liðunum báðum. Strandingar vóru kanska eitt sindur skelkaðir, men heldur enn at falla í fátt, so hildu teir høvdið púrasta kalt. Roynt varð at fáa grundleggjandi lutirnar í spælinum at koyra aftur, og við góðari hjálp frá mótstøðuni fekst so aftur ferð á.
Tí hoyvíkingarnir gjørdu nevnliga alt annað enn at halda høvdið kalt hesa løtuna. Tvørtur ímóti tóktist menn nú vera fullkomuliga yvir-gearaðir, og við tveimum óneyðugum útvísingum á rað skatptu teir sær ringast hugsandi útgangsstøði at halda leiðsluni. Við fýra málum á rað tóku strandingarnir nú eisini yvir, og so gjørdist tað alt í verðini for tungt hja´H71 at svara aftur. Ikki minst tí møðin nú av álvara gjørdist sjónlig hjá berandi leikarunum á liðnum. Halgir og Gerster vóru í stórum pørtum av dystinum teir einastu, sum veruliga hóttu StÍF-verjuna, men uttan nakra hvíld yvirhøvur, megnaðu teir ikki at halda dampinum í samfullar 60 minuttir. Tað var tó merkisvert, at Niels Viggo Niclassen ikki eisini varð nýttur á hesum plássinum. Kanska er hann ikki eins góður skjútti sum hinir báðir, men heilt fyri ongum er hann tó ikki, og tað vildi verið upplagt at nýtt hann sum avlasting fyri hinar báðar, soleiðis at eisini teir fingu neyðugu hvíldina ígjøgnum dystin.
Og somuleiðis var tað merkisvert, at Eyðun Jensen fekk so lutfalsliga lítla tíð á vøllinum. Tær løturnar, hann var inni, megnaði hann at seta ferð á spælið, men minuttirnir vóru altso ov fáir til, at hetta veruliga kundi fáa nakra ávirkan.

Frustratiónir
Tað var tó ikki fyrr enn seinastu løtuna av dystinum, at StÍF veruliga beindi allan iva um úrslitið til viks. Seinasti ivin mundi hvørva, tá Heini Bendtsen í fríari støðu misnýtti møguleika at minka munin til 24-26, og tá StÍF so skoraði eftirfylgjandi, stóð skriftin á vegginum.
Tað tóktist eisini, sum góvu hoyvíkingarnir nú skarvin yvir. Frustratiónirnar tóktust koma fram, og tá Henrik Gerster nærum jarðlegði Alexandur Johansen mundu øll uttan dómaraparið halda, at reyða kortið kom fram. Dómararnir sóu tó støðuna nakað øðrvísi, og í øllum førum var revsingin ikki meira enn tveir minuttir. Reyða kortið kom tó fram tvær ferðir afturat. Fyrst tá Andre F. Danielsen fekk bæði næstu og trijðu útvísingina í senn, og síðani tá Jákup á Borg og Alexandur táttaðust eitt sindur. Úrslitið var eitt ? kanska hart dømt ? reytt kort til Jákup, men tá kundi tað sum so vera tað sama. Strandaáskoðararnir vóru langt síðani farnir undir niðurteljingina, og tá floytan ljóðaði fyri seinastu ferð, tusti alt inn á vøllin. Enn einaferð endaði steypið inni á Skálafjørðinum, og skjótt fær tað ikki verið tilvild við stavríminum, sum er í Steyp, StÍF og Strendir.

Dysturin í tølum
StÍF-H71 34-30 (17-14)
Støður í dystinum
10 min: 7-6
20 min: 13-9
40 min: 19-19
50 min: 27-24

Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 8(4), Mihai Marinescu 8, Artur Johansen 5, Bent Djurhuus 4, Leivur Justinussen 2, Sverri Justinussen 2, Pauli Hansen 2, Borgar Danielsen 2, Andre F. Danielsen 1
H71: Henrik Gerster 9(2), Halgir Dahl Olesen 8, Johnny Durhuus 4, Heini Bendtsen 2, Jákup á Borg 2, Bárður Brimvík 2, Christian Eli Zachariasen 2, Niels Viggo Niclasen 1
Brotskøst: StÍF 7(4), H71 2(2)
Útvísingar: StÍF 9, H71 7
Diskvalifikatión: StÍF 2 (báðar 3X2 minuttir), H71 2 (eitt beinleiðis reytt og eina 3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Var kanska ikki teirra besti dystur. Tóktust hava sett sær fyri, at dysturin ikki skuldi enda í roki, og onkursvegna tóktist tað, sum var fokus í ov stóran mun sett á hetta. Hava tó eitt klokkuklárt uppgávubýti sínamillum, soleiðis at dysturin ongan tíð fór út at koyra.