Fótbóltsfjeppararnir vóru aftur í tí stuttliga og hugflogsríka lagnum, tá teir sendu sms inn til sendingina "Triði Hálvleikur" á Rás2 sunnudagin.
Hesaferð gjørdist tað ein lurtari úr Rituvík, ið vann tvey atgongumerki til dystin millum Føroyar og Grikkaland á Tórsvølli, 13. juni við hesum smsinum: "NSÍ vinnur einans á botnliðum, tískil hava vit nú funnið 5 tey niðastu liðuni í Effodeildini 2015, tey eru FC Suðuroy, TB, ÍF, EB/Streymur og HB!! Guliganz!!!!!!!
Onnur stuttlig sms vóru hesi :
"Alt er sum tað skal, tað eru bara 5 stig í Klaksvík."
"Vónin er í Fuglafirði. Í Klaksvík er eingin vón."
"Einasti uggi hjá KÌ er, at Heðin à Lakjuni hevur spælt flest dystir, eg mà bara siga: "lìtil er barnsins uggi"."
"Um Lawal bara fær løn fyri dystir hann spælir, so fer ÍF at hava yvirskot."
"Má finna mær eitt annað lið at halda við! :-( Tími ikki meir (klaksvíkingur)"
"Á Eiðinum í stormi, tá eru ogur i formi.""Er hetta bíbilskt ? Kanska skal Jonas blakast av søkkandi skútuni."
"Øll tey serkønu innan fótbólt siga, at NSÍ bara vinnur a liðum, sum eru undir teimum á stigatalvuni, og tað passar, og vónandi forseta teir við ti :-) koyr á NSÍ :-*"