Tað er synd at siga, at tað hevur hilnast væl í fyrstu umførunum hjá Atla Danielsen og Frem í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Eftir fýra umfør hevur Frem vunnið eina ferð og harvið trý stig og málmunin 5-10.
Í dag var Silkeborg, sum í summar flutti niður úr SAS liguni, á vitjan í Valby. Silkeborg vann 3-2. Sigursmálið fingu teir fimm minuttir undan leikloki. Atli Danielsen var millum teir fyrstu ellivu hjá Frem. Hann varð skiftur út, tá ið tað restaði eitt korter og støðan var 2-2.