Seinastu tíðina hava tveir føroyskir landsliðsleikarar roynt seg í næstbestu skotsku deildini, men eftir øllum at døma, verða eingir føroyingar eftir í Ayr United, tá mars mánaður er runnin.
Jens Kristian Hansen sigur við Sosialin, at sum støðan er í løtuni setir hann aftur kós móti Føroyum, tá leigumálið við skotska felagið rennur úr.
At hetta eru kærkomin boð til B36 er lítið at ivast í, tí tað man ikki vera nakað dulsmál, at liðskiparin seinastu árini hevur verið millum týdningarmestu leikararnar hjá felagnum.
Hvussu verður við Jens Martini Knudsen er enn ikki greitt, men sambært leigumálinum skuldi hann aftur til Íslands í gjár.
Trupulleikin er tó, at hin málverjin hjá felagnum er skaddur í løtuni, og tískil vilja teir fegnir hava Jens Martin í felagnum í einar tvær vikur afturat.
Hinvegin er einki at ivast í ,at leiðararni í íslendska felagnum hjá Jens Martini, Leiftur, fegnir vilja hava venjaran heim aftur, nú tað styttist til kappingarársbyrjan har uppi.
Pól og Henning enn ein dyst í Íslandi
Eftir ætlan skuldi avgerð takast um fótbóltsframtíðina hjá Pól Thorsteinsson og Henning Jarnskor hóskvøldið, tá teir leiktu venjingardyst við íslendska aðrudeildarliðnum, Vali.
Jákup í Stórustovu, sum umboðar føroysku leikararnar sigur við Sosialin, at avgerðin nú er útsett til sunnudagin, og at teir báðir føroysku leikararnir skulu leika enn ein dyst við Vali.
Hesin dystur verður ímóti einum liði úr bestu deildini.
Heðin og Rógvi til QPR
At enda skal nevnast, at teir báðir klaksvíkingarnir, Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen, aftur hava sett kós móti London, har teir áður hava vant við Queens Park Rangers, sumspælir í næstbestu ensku deildini.
Helst hevur gingist teimum báðum væl ta ferðina, tí í øllum førum vilja onglendingarnir nú hyggja nærri at teimum báðum, greiður Jákup í Stórustovu frá.
Teir báðir teljast millum teir ungu føroysku leikarar, sum Jákup í Stórustovu í samstarvi við Føroya Sparikassa, Tryggingarsambandi Føroyar og Føroya Shell.
Eitt samstarv, sum hevur til endamáls at menna nakrar av ungu leikarum okkara, og sum vónandi kann vera føroyskum fótbólti at gagni.