Aftur til tað natúrliga

Kunningarfundur um vistfrøðiliga framleiðslu var týsdagin á Búnaðardeplinum í Kollafirði. Sagt varð frá ymsum møguleikum innan vistfrøðiligan landbúnað

 

Kollafirði: Føroyingar eiga at gera meira við vistfrøðiliga framleiðslu, halda summir búnaðarmenn. Eisini í Føroyum eigur at verða gjørt meira við hesa framleiðslu.

Vistfrøðiligur landbúnaður er stutt og greitt at brúka tað, natúran gevur. Vanlig tøð heldur enn handilstøð og so framvegis.

Aðrastaðni verður alt møguligt dyrkað vistfrøðiligt. Til dømis varð boðið vistfrøðiligt kaffi á kunningarfundinum.

Tað er eitt felags útnorrønt samtak, sum stendur fyri hesi kunningarverkætlanini, sum nú er farin í gongd. Nora (Nordisk Atlantsamarbejde) stuðlar verkætlanini.

Meginfelag Búnaðarmanna, MBM, hevur tikið stig til tiltakið. Eirikur Torvaldsson, stjóri í MBM, segði, at tað var eftir fyrispurning, at MBM yvirhøvur fór undir at arbeiða við evninum.

Onnur lond hava fastan málsetning fyri, hvussu nógva vistfrøðiliga framleiðslu, tey skulu hava. Føroyingar hava einki, segði hann. Tað var ikki nóg gott, varð mett, og tí er MBM farið upp í hetta samstarvið, sum nú er fingið við Ísland og Grønland.

Gunnar Á. Gunnarsson stjóri á Íslendska kanningarstovninum TÙN, segði, at tað er heilt natúrligt, at føroyingar, íslendingar og grønelndingar ganga saman um hesa verkætlanina. Hesi londini hava viðurskifti, bæði landbúnað og onnur, sum líkjast rættiliga nógv.

Vit eiga at ásanna, at vit eru lítil í altjóða høpi og ikki ganga so nógv eftir nøgd heldur enn eftir dygd.

Vit brúka luttvíst minst líka nógv kunsttøð og sproytuevni, sum onnur lond. Men vit standa langt aftan fyri eyropeisku londini, tá talan er um vistfrøðiliga framleiðslu, Og tað kunnu vit ikki lata sita á okkum, helt hann.

Vit standa fyri vaksandi innflutningi aðrastaðni frá, segði Gunnar Á. Gunnarsson. Har er nógv vistfrøðilig vøra ímillum. Og brúkarin gerst alt meira tilvitandi. So skulu vit vera við í tí kapping, sum her verður, er neyðugt, at vit eisini dyrka okkara egnu vistfrøðiligu vørur.

Men tað stendur heldur ikki so heilt illa til við vistfrøðini í Føroyum kortini. Tann føroyska landbúnaðarvøran, føroyingar eta mest, er kanska seyðakjøt. Og tað er sanniliga vistfrøðiligt, helt stjórin á Royndastøðini, Peter Haahr.

Verri stendur til við mjólkini, helt hann, og ásannaði, at har er neyðugt at gera nakað skjótt, um vit ynskja at selja vistfrøðiliga mjólk.

Spurningurin er so bara, hvat brúkarin ynskir, og her skal vinnan eisini vera vakin og duga at síggja, hvat marknaðurin vil hava.