Aftur trupulleikar við internetinum

Um alt landið hava fólk ilt við at reika á internetinum í løtuni.

Um alt landið hava fólk ringt við at reika á internetinum í løtuni.

 

Tað tekur nógva tíð at koma inn á flestu netsíður, og Miðlahúsið hevur fingið fráboðan frá fólkum um alt landið, at internetið hevur virkað illa.

 

Av Føroya Tele váttaðu tey, at trupulleikin hevur verið um alt landið og Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, sigur, at trupulleikin er ein kaðal millum Ísland og Danmark.

- DANICE-kaðalin, sum liggur millum Danmark og Ísland, er kvettur av, soleiðis at telesamskifti tann vegin varð steðgað, sigur Kristian Davidsen.

 

Hann greiðir frá, at telesamskifti hjá Føroya Tele lá umvegis FARICE-kaðalin til Íslands og síðani DANICE-kaðalin til Danmarkar og víðari, tá kaðalin varð slitin.

- Vit hava nú umskipað ferðsluna, so at samskifti fer umvegis SHEFA kaðalin til Hetlands og London heldur, sigur Kristian Davidsen.

 

Telesamskifti hjá Føroyum fer umvegis annan av teimum báðum kaðalunum, FARICE til Íslands og SHEFA til Hetlands og verður síðani sent víðari haðani.

- Hetta vísir, hví tað er so týdningarmikið, at vit hava tveir kaðalar, sum vit kunnu samskifta við umheimin við, sigur Kristian Davidsen.

 

Hann sigur, at trupulleikin skuldi verið loystur nú og internetið koyrt aftur sum vanligt.

- Hóast tað kanska liggur størri trýst á SHEFA-kaðalinum nú enn vanligt, so skuldi hetta ikki ávirka telesamskifti við umheiminum, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele.