Nú er aftur trygt at fara út á Oyri og Oyrarbakka

- Fólk kunnu nú føla seg trygg at fara útaftur, siga tey í Sunda kommunu í nýggjari fráboðan seinnapartin

 

Fyrr í dag varð heitt á fólk á Oyri og Oyrarbakka um at halda seg innandura fyri trygdina skyld. Hørðu hvirlurnar høvdu havt við sær, at ein tekja er við at ríva.

 

- Her er kolandi stormur og heitt verður á fólk um ikki at fara út. Hetta er serliga galdandi fyri fólk, sum búgva norðanfyri bátahylin á Oyrarbakka.

 

Soleiðis segði átaksleiðarin í Sunda kommunu, Magnus Madsen, við KvF um middagsleitið í dag.

 

Men, nú siga tey í Sunda kommunu, at tað aftur er trygt at fara út á Oyri og Oyrarbakka, tí tamarhald er á støðuni.

 

- Fólk á Oyri og Oyrarbakka kunnu nú føla seg trygg at fara útaftur, siga tey í Sunda kommunu í nýggjari fráboðan seinnapartin.