Aftur heimleys hjá Frants Restorff

Aftur í nátt hevur løgreglan verið í bygningunum hjá Húsavarðatænastuni í Miðbýnum í Havn.

 

Aftur í nátt hava fólk verið inni í bygningunum hjá Frants Restorff í miðbýnum í Havn, sum byggifyritøkan Húsvarðatænastan eigur. 

Vakthavandi á politistøðini segði í morgun, at fólk nú aftur hava verið inni og vórðu rikin á dyr.

– Eigararnir hava nú tryggjað bygningin soleiðis, at tað ikki slepst inn. Bygningarnir standa myrkir og kaldir, og eigararnir bíða bara eftir at sleppa at ríva teir niður. Talan er um stóra gamla framleiðslubygningin hjá Frants Restroff, handilshølini og um Sjúkrakassabygningini, sum allir skulu rívast niður og íbúðir byggjast á staðnum. 

##med2##

 

##med3##