Siðusporbrunnar í tveimum fundum, sum vórðu gjørd vestan fyri Hetland í farna mánað, eru sera væleydnaðir og kunnu skapa grundarlag fyri framleiðslu. Eisini kunnu teir fáa týdning fyri gongdina føroysku megin markið.
Síðani BP gjørdi tvey stór oljufund miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið fyri skjótt 15 árum síðani er áhugin millum oljufeløg vaksin støðugt fyri at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum, hóast feløg í seinastuni hava tikið seg úr økinum. Eftir øllum at døma eru tað m.a. nýggj fund vestan fyri Hetland, sum varðveita vónina at finna olju og gass á landgrunninum her eisini. Tí vórðu tíðindini herfyri um eitt nýtt gassfund og eitt oljufund vestan fyri Hetland kærkomin fyri føroyskar oljumyndugleikar og oljufeløgini, sum eru virkin á landgrunninum. Tess meira olja og gass verður staðfest hinumegin markið tess størri verður áhugin og vónin at gera fund her eisini.
Nú boða danska DONG og eysturríkska OMV frá, at fundini tey gjørdu vestan fyri Hetland herfyri eftir øllum at døma eru enn meira lovandi enn higartil hildið. Síðusporbrunnar, sum eru boraðir á Glenlivetleiðini, sum er ein gassleið, ið DONG er fyristøðufelag fyri, og Tornadoleiðin, eitt oljufund, sum OMV umsitur, vísa nú, at fundini eru so mikið áhugaverd, at feløgini longu nú eru farin at umrøða hesi sum møgulig komandi framleiðandi felt vestan fyri Hetland.
DONG, sum er við í báðum fundunum, er eisini eitt av teimum mest virknu oljufeløgunum á føroyska landgrunninum. Søren Gath, stjóri sigur, at felagið síðani 2000 hevur verið við í flestu av fundunum, sum eru gjørd vestan fyri Hetland, og hetta ger støðuna hjá felagnum í øllum hesum økinum sera týðandi. Felagið er eisini við í teimum trimum fundunum, sum arbeitt verður við at menna og útbyggja. Tey eru Rosebank og Cambo nær føroyska markinum og Laggan, sum er eitt gassfund, sum liggur nakað eystari. Í kvøld skrivar Shetland Times, at Total er so smátt farið at tilrættaleggja bygging av einum stórum gassverki, sum skal taka ímóti gassi frá Hetlandsleiðunum. Hetta er góð tíðindi fyri øll tey, sum ynskja meira virksemi í økinum.
Dong hevur áður úttalað, at tað sær nógvar møguleikar og samanfall millum økið vestan fyri Hetland og tey loyvi, sum felagið luttekur í á føroyska landgrunninum. M.a. verður Dong við í boringini, sum Statoil fer undir í 2011 á føroyskum øki.
Faroe Petroleum, sum somuleiðis er við í teimum báðum seinastu fundunum vestan fyri Hetland, sigur í tíðindaskrivi í dag, at úrslitið av síðusporboringini í Tornadofundinum skamt frá markinum ger økini føroysku megin markið uppaftur meira áhugaverd.
Tornado fundið hevur nevniliga týðandi ávirkan á loyvi 002 á føroyskum øki, og á loyvi P1552 (Marjun loyvi) á bretskum øki. Nýggjar verkætlanirnar verða nú gjørdar fyri hesi øki, við støði í úrslitinum frá Tornado fundinum.
Annars skilst, at komandi boring á føroyska landgrunninum, sum skuldi byrja í apríl ella mei næsta ár byrjar møguliga longu í februar ella mars.