Aftur vinnulig hvalaveiða í Japan

Í dag fóru fyrstu japansku skipini út á vinnuliga hvalaveiðu fyri fyrstu ferð í 31 ár.

Fyri áleið hálvum ári síðani, tók Japan seg úr altjóða hvalaveiðinevndini, tá ið nevndin noktaði teimum loyvi at fara undir vinnuliga hvalaveiðu.

Landið hevur verið fyri atfinningum at føra 'vísindaliga hvalaveiðu', sum í veruleikanum hevur verið vinnulig hvalaveiða, við sølu av tvøstinum.

Sostatt kann Japan veiða sildreka aftur, sum er í teirra sjóøki, umframt at liggja í eini serliga góðari príslegu. Sildreki verður ikki mettur at vera hótt hvalaslag.