Áki Andreasen
Tað er eitt sindur keðiligt at sita í andstøðu í Føroyum. Serliga tá prátið kemur inn á sjálvstýrispolitikk, tí tað er sum um at ongar grundgevingar eru eftir ? tær hava nú ikki verið tær nógvu, fyri tað mesta er tað farið eftir persónum heldur enn at halda seg til sjálvt evnið.
Um vit hugsa um alla fullveldistilgongdina frá byrjan til dagin í dag, so kunnu vit róliga siga, at unur er á hvar ætlanin var, og hvat nú liggur á borðinum ? men endamálið er tað sama ? men tað hevði tað ikki verið, um ikki Tjóðveldisflokkurin sat í Tinganesi, og tað er helst hetta, sum pínir báðar teir stóru sambandsflokkarnar í andstøðuni.
Er nú friður í Fólkaflokkinum?
Eina tíð sá tað svart út; fólkaflokkurin breyt allar gjørdar avtalur ? sambandskreftirnar í hesum flokki hóvreiggjaðu sær og kendu sær einki afturhald; hótt við hesum og hasum, skommin mundi ongan enda tikið, tá grundgevingarnar vóru so veruleikafjarar, at spurningurin er, um tað ikki hevði verið betur at tær als ikki blivu sagdar.
Sjálvstýrissinnaði fólkafloksveljarin spyr helst, um hesir sambandsheykarnir í flokkinum hava fingið greitt at vita, hvar skápið skal standa, ella um vit kunnu vænta, at sjálvstýrisætlanin enn einaferð loypir hvøkk á teir, tá alt byrjar at gerast álvara. Tað er so lætt at tosa við stórum stavum, men tað sum eftirtíðin stendur eftir við, eru avgerðirnar og drivið at føra gjørdar avtalur út í lívið.
Tað er ikki júst tað, sum hevur eyðkent Fólkaflokkin, men vit sum síggja tað sum eina avgerandi treyt fyri sunnari menning og ábyrgdarkenslu, at Føroyar gerast sjálvstøðugar, vit vóna at Fólkaflokkurin ger greitt fyri sínum limum og veljarum, at framyvir er ætlanin at fáa samband millum orð og gerðir, og at tað framyvir er týdningarmikið at arbeiða eftir tí, sum upprunaliga var ætlanin við flokkinum.
Afturhaldið sá ein møguleika?
Tá alt hetta rokilsið stóð upp á spæl, væntaði afturhaldið í Føroyum, at nú var sloppið, Tjóðveldisflokkurin hevði gjørt ein brølara við at bera uppskotini niðan í Løgtingi, nú var bara at bíða ? og afturhaldið bíðar enn.
Ein av høvuðsgrundgevingunum fyri at afturhaldið ikki slapp framat, var jú tann, at uppskotini blivu borin niðan; hevði tað ikki blivið gjørt var fullveldisætlanin øll sum hon var dottin á gólvið, alt trúvirði burtur og leiðin fyri afturhaldispolitikkinum greið!
Eingin hevði helst væntað, at Tjóðveldisflokkurin og Høgni Hoydal mettu fullveldisendamálið hægri enn persónligt stórlæti, og hóast Tjóðveldisflokkurin saman við Sjálvstýrisflokkinum helt seg til tær avtalur, sum blivu gjørdar, so valdi flokkurin at royna enn einaferð, uppskotini blivu ikki løgd fram ? politikkurin sigraði! Síðan komu flokkarnir til eina semju, sum setti afturhaldið fullkomiliga skák mát.
Møguleikin hjá afturhaldinum í hesum landinum var fokin á hesum sinni, og vónandi fyri alla framtíð.
Nýggi leisturin kann
verða avdúkandi
Við nýggja leistinum verða ávísir politikarar og flokkar settir í eina støðu, sum kann gerast rættiliga avdúkandi.
Fyri tað fyrsta, so er tað upp til Fólkaflokkin at prógva, um hann meinar nakað sum helst við tann sjálvstýrispolitikk, hann hevur breggjað sær av nú í longri tíð. Skadda umdømið hjá flokkinum ger helst, at okkurt fer at henda; hetta er tó fyrst og fremst ein trupulleiki í Fólkaflokkinum, men ein uppgerð er helst ikki so langt burtur. Men enn siga teir seg kunna standa aftan fyri henda leistin, tað mugu vit so taka fyri góða vøru?
Henda ætlanin er soleiðis skrúvað saman, at Javnaðarflokkurin væl og virðiliga kann taka undir við henni; men Føroya Javnaðarflokkur er nú í hesi tvístøðu, at Poul Nyrup og stjórnin ikki rættiliga vilja geva til kennar hvat mótspæl er í væntu; andstøðan í Fólkaflokkinum er heldur ikki so rørandi samd um hvat niðurstøðan skal vera.
So nú stendur Javnaðarflokkurin og veit hvørki út ella inn; hetta kom eisini týðuliga til sjóndar undir fyrstu viðgerð av uppskotinum hjá landsstýrinum um »Sjálvstýri Føroya fólks«. Milliardin er sjálvandi altíð ein neyðbremsa; eitt annað kundi sjálvandi verið vert at hildið seg til, nevniliga tað sum flokkurin segði undan seinasta løgtingsvali, og annars hvat er blivið sagt síðan í sjálvstýrismálinum; men tað er aftur hetta við orðum gerðum?
Nú er at fara til verka
Eg haldi at samgongan við hesi semjuni hevur víst, at hon heldur til stóran mót-gang, og tað er týdningarmikið ? tí eitt frælsisstríð hevur ongantíð verið eitt lætt stríð her hjá okkum ella aðrastaðni í heiminum.
Tað, sum liggur fyri framman er hart arbeiði, og eitt tað týdningarmesta í hesum arbeiði er, at flokkarnir á Føroya Løgtingi leggja partapolitiska aggið á hillina ? tað hevur Høgni Hoydal fleiri ferðir staðiliga mælt til, men tá grundgevingarnar ikki røkka, so verða onnur amboð nýtt, eitt nú partapolitiskt og persónligt agg!
Leisturin, sum nú fyriliggur, skuldi ikki verið nakar kamelur at slúkt hjá nøkrum politiskum flokki ? uttan Sambandsflokkinum sjálvandi.
Vit kunnu einki gera við tey skuffaðu fólkafloksfólkini, sum helst høvdu roknað við at sjálvstýriskreftirnar í teirra egna flokki vóru eitt sindur sterkari, enn tað so seinni skuldi vísa seg, men tað er fyrst og fremst ein »fólkaflokstrupulleiki«. So nú er at fara til verka.
Hjá okkum, sum meta at einar frælsar Føroyar eru ein fyritreyt fyri sunnari samfelagsmenning, har avgerðir og ábyrgd fylgjast ? fyri okkum er tað eingin trupulleiki, um danir hótta við hesum og hasum; vit hveppa okkum ikki við at krevja okkara sjálvsagda rætt til okkara land, vit ganga ikki við einum »frælsisskelti« um hálsin, fyri síðan at taka tað burtur, tá farast skal til verka. Fyri okkum er tað ein sjálvfylgja, at vit vilja stríðast ? fyri okkum eru einar frælsar Føroyar lykilin fyri at koma víðari og verða til reiðar til tær avbjóðingar, sum framtíðin bjóðar okkum.