Tá løgtingsfíggjarlógin fyri 1969/70 var til viðgerðar fyri 50 árum síðani, var uppskot landsstýrissins til fíggjarlógina 89 milliónir og 188.000 krónur.
Tað er munur á tølunum hjá Kristinu Háfoss í dag.
Havandi í huga, at seinasta løgtingsfíggjarlógaruppskotið var upp á góðu hálvu sættu milliard, so sæst, at tølini á løgtingsins fíggjarlóg eru einar 63 ferðir størri í dag, enn hon var fyri fimmti árum síðani.«