Afturkalla eitt ávíst slag av chili

Hýggjvøkstur er í vøruni, og tí verður hon afturkallað

Føroyskir handlar hava selt chiliflykrur frá Coop Danmark A/S. Men nú er staðfest, at vandi er fyri hýggjvøkstri, sum er eitt slag av soppavøkstri.

 

Tí verður vøran afturkallað, boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá.

 

Hýggjvøkstur ger, at vøran ikki er egnað til matna, og tí mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan fólki, sum hava keypt vøruna, til at lata vøruna aftur til handilin, har hon er keypt, ella koyr hana burtur.

 

Talan er heilt neyvt um hesa vøruna:

 

Coop Chili Flager 

 

Nettoinnihald: 30 g

 

Best fyri: 06.05.2024, 16.06.2024, 27.07.2024, 24.08.2024 og 23.09.2024

 

EAN-nummar 7340191104242

 

Lotnummar: 0025044, 0030027, 0032608, 0034358 og 0036729.