Afturkalling av skivuskornum franskbreyði í posum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar í dag eina vøru, tí plastpetti eru í vøruni.

Hfs.fo skrivar soleiðis:

Afturkalling av skivuskornum franskbreyði í posum, kallað "Kartoffelsandwich" frá Kohberg.

Hvør er vøran?

Kartoffelsandwich

Vekt: 800 g

"Mindst holdbar til": 19.01.2022 + 20.01.2022

Clipskotur: 1907F3 og 2001F3

EAN-strikukota 5 701 2461 0564 5

Hvar er vøran seld?

Vøran er seld í føroyskum handlum

Virkið, ið afturkallar

Kohberg Bakery Group

Orsøk til afturkalling:

Tað er vandi fyri at plastpettir kunnu verða í vøruni.

Vandi:

Vandi fyri plastpettum í hesi vøru gera at hon kann verða vandamikil at eta.

Ráð til borgaran:

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur haðani tær eru keyptar ella beindar burtur.