Afturstig fyri heilsuverkið um smærru sjúkrahúsini verða niðurløgd

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður
---------

Í politisku skipanini og umsitingini eru sterkar kreftir, sum arbeiða fyri at niðurleggja smærru sjúkrahúsini. Hetta er ein vánalig og illa umhugsað ætlan, sum verður stórt afturstig fyri heilsuverk og borgarar landsins, verður hon framd.

Færri og verri tilboð
Tað er sera ivasamt um tilboðini innan føroyska heilsuverkið høvdu verið so fjølbroytt og á tí støði, tey eru í dag, høvdu vit bert eitt sjúkrahús í landinum. Fleiri dømi eru um, at smærru sjúkrahúsini hava gingið undan innan nýggjar kanningar og viðgerðargreinar.

Sum dømi kann nevnast, at Klaksvíkar Sjúkrahús var fyrst at fara undir kikarakanningar í liðum í Føroyum, fyrst við skipaðum liðútskiftingum, fyrst við framkomnari urologi, fyrst við medisinskum viðgerðum av nýrasjúkum, fyrst við framkomnari viðgerð av klumpfóti, fyrst við framkomnari ortupediskari viðgerð av hondum og akslum, bert fyri at nevna nøkur dømi.

Fleiri av nevndu frambrotum innan kanningar og viðgerðir er Landsjúkrahúsið seinni farið undir. Hesar ganga nú undir heitinum dupultfunktiónir, sum skulu leggjast saman og endaliga staðsetast á Landssjúkrahúsinum. Spurningurin er bara um hesi tilboð, sum bjarga mannalagnum og spara landskassanum stórar upphæddir, høvdu funnist í Føroyum í dag, um bert eitt sjúkrahús var í landinum. Sjálvur eri eg ikki í iva um, at tað høvdu tær ikki.

Kostnaðarmiklari
Mangt er eisini, ið bendir á, at skipanin hevði verið kostnaðarmiklari við einum sjúkrahúsi. Frá 2000 til 2009 er játtanin til Landsjúkrahúsið hækkað við knøppum 160 mió. kr., sum svarar til góð 71%. Sama tíðarskeið er játtanin til ávikavist Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús bert hækkað við uml. 19 mió. kr, ið svarar til 46% og uml. 16 mió. kr., sum svarar til 51%.

Í sama tíðarskeiði hava smærru sjúkrahúsini kortini, eins og Landsjúkrahúsið, megnað at ment verandi og nýggjar viðgerðir, og liggja framanfyri Landsjúkrahúsið, tá um nøgdsemi millum sjúklingar ræður. Hetta vísti nøgdsemiskanning, sum var gjørd herfyri.

Søguliga hava smærru sjúkrahúsini eisini betur megnað at halda teirra játtan. Fleiri umbønir um eykajáttan frá Landssjúkrahúsinum prógva at so er.

Lítið er, sum bendir á, at vit fáa eina bíligari og betri skipan við einum stórum sjúkrahúsi. Tølini og royndirnar benda heldur á tað øvugta. Jú størri eindin er, verri er hon at stýra. Samstundis sum dynamikkurin og hugurin at endurnýggja og betra seg hvørvur, um eingin er at kappast og samstarva við.

Sjúklingurin heldur enn miðsavnan í miðdepulin
Kann tí ikki góðtaka ætlanirnar at leggja niður smærri sjúkrahúsini. Heldur eigur at verða farið undir eina ætlan, har aðalmálið er at brúka øll trý sjúkrahúsini optimalt. Ivist onga løtu í, at brúk er fyri hvørjum króki. Bíðirøðirnar eru mangan stórar.

Málið kann røkkast í samstarvi á jøvnum føti millum tey trý sjúkrahúsini, har aðaltátturin er at seta sjúklingin heldur enn miðsavnan í miðdepulin.

Landsstýrismaðuri átti at komi á pallin
Sakni at nýggi landsstýrismaðurin trýnir á pallin og greitt boðar frá, at frælsið hjá smærru sjúkrahúsinum at virka ikki verður skert í hesum samgonguskeiðnum.

Ger hann ikki tað kann hann koma í rasshaft av eftirburðinum hjá undanmanninum, sum burturav arbeiddi við sentralistiskum ætlanum á sjúkrahúsøkinum.

Skal til endans leggja dent á, at greinin er ætlað, sum greið ávaring ímóti ætlanunum um at leggja niður smærru sjúkrahúsini, og ikki sum kritikkur av arbeiðnum, læknar, sjúkrasystrar og onnur starvsfólk á Landsjúkrahúsinum gera.