Aftursvar til fýra fakfeløg

Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsmannafelag hava drúgva grein í bløðunum nú um dagarnar við yvirskriftini: Úttalar løgmaður seg vegna Javnaðarflokkin? Sambært undiryvirskriftini til greinina so er tað tað, sum eg førdi fram á landsfundinum, sum hevur fingið hesi feløg at taka blaðið frá munninum.

Og hvat segði eg so á landsfundinum? Her kemur brotið orðarætt:

Í einum framkomnum samfelag eru nógvir aktørar, sum hvør á sínn hátt hava týðandi leiklutir. Ein av hesum týdningarmilu aktørum er arbeiðsmarknaðurin  fakrørslan og arbeiðsgevarar. Ein annar eins týðandi aktørur eru kommunurnar. Men hvussu vit enn venda og snara hesum, so eru vit í botn og grund øll við í sama leiki  vit eru á sama liði. Tíverri síggja vit alt ov ofta, at vit heldur enn at draga eina línu, seta okkum við føtur í spenni og hála ímóti hvørjum øðrum.((Tí skal tað vera mín áheitan á eitt nú arbeiðsmarknaðin, at vit seta okkum niður í friðartíðum og taka upp eitt mennandi kjak um, hvussu vit frægast leggja okkum viðurskiftini til rættis. Tað byggir einki upp, at vit frá almennari síðu leggja okkum út í tykkara viðurskifti, tað eru vit fullgreið yvir, men eins lítið dugur tað, at tit halda lív í einum fiktivum klassastríði, sum fyri langari tíð síðani er farið í søguna.((Tá okkara politisku undangongufólk í politikki og í fakrørsluni stríddist fyri grundleggjandi og sjálvsøgdum rættindum, so mugu vit í dag ásanna, at hetta stríð varð vunnið. Men eftirkomarar hjá teimum, sum tá vóru miðdepilin í stríðnum, eru í dag tey, sum ynskja m.a. góðar útbúgvingar, góð ansingartilboð og góð pensjónsviðurskifti. Og soleiðis flytist heimurin alsamt.((Okkara samfelag tørvar ein meira opnan, breiðan og konstruktivan dialog. Ikki ein monlog frá okkum poltikkarum, men ein dialog eisini við tykkum, sum umboða arbeiðsmarknaðin. Vit mugu fáa dialogin at virka. Vit hava so sanniliga brúk fyri tykkara meiningum, og eg meti enntá, at tað er tykkara skylda at vera við í almenna samfelagskjakinum. Men tá nyttar lítið, at ein rópar í eyst og annar í vest. Vit hava tørv á einari rødd frá fakrøsluni, eins og vit nú í nøkur ár hava havt eina rødd frá arbeiðsgevarunum gjøgnum Vinnuhúsið. Hetta kann bert styrkja kjakið og í seinasta enda avgerðirnar, tiknar verða.((Góðu floksfelagar.(Sjálvandi skulu vit ikki gloyma, hvørji vit eru. Sjálvandi skulu vit byggja okkara politikk og tilveru á ta hugsjón, sum hevur savnað okkum. Grundin er tann sama, men vit noyðast at modernisera tað, sum stendur oman á grundini. Vit mugu støðugt vera frammanfyri, fyri ikki at enda aftanfyri. Hjá mær er eingin ivi, vit skulu taka fyrra partin av yvirskriftini til okkara, tí í henni býr framtíðin. Framtíðina kunnu vit ávirka, meðan fortíðina kunnu vit bert minnast. ((Lat okkum tí frameftir herja!

Eg skal bert endurtaka, at sjálvandi vita bæði tit og eg, at tað klassiska stættarastríðið fyri teimum grundleggjandi korunum tíbetur er av, og tað eiga vit at frøast yvir. Eitt stríð, sum m.a. snúði seg um 8 tímar arbeiðsdag, frítíð og frítíðarløn, trygg arbeiðskor og trygd í arbeiðinum fyri álitisfólk og fakfelagsleiðarar. Men hetta merkir ikki, at tað ikki eru nýggjar avbjóðingar at stríðast fyri bæði hjá tykkum sum fakfeløg og hjá okkum sum flokki. Hetta eru avbjóðingar, sum hoyra nútíðini til. Tí var eisini heitið av okkara niðurstøðu av landsfundinum. Frameftir herja og aftureftir verja.

Fremst av hesum avbjóðingum er tillaging og útbúgving av arbeiðsfjøldini. Vit liva í einari broytingartíð, har alla tíðina verður neyðugt at tillaga seg nýggju krøvini, sum m.a. fara at vera, at tykkara limir eisini fáa bestu møguleikar til at tillaga seg við førleikum og útbúgvingum.

Men harumframt eru tað so mong onnur viðurskifti, sum eru viðkomandi. Eitt nú ein skynsamur bústaðarpolitikkur, sum tryggjar eisini tykkara limum góða bústaðarmøguleikar. Góð pensjónsviðurskifti, sum eisini kann tryggja tykkara limum góðar pensjónssømdir: Her hevur henda samgongan hóast alt gjørt sítt til, at Samhaldsfasti fyri fyrstu ferð síðan byrjanini av 90´árunum er hækkaður munandi. Øktir vinnumøguleikar fyri tey tímaløntu, sum vónandi bæði Íslandssátmmálin og Kumuleringin vilja føra til.

Eg skal annars ikki fara inn í einkultu málini, tit nevna. Men tey vil eg fegin taka upp saman við tykkum á fundi, sum eg eisini fegin vil taka stig til, um tit eru áhugaði í tí.

Síggi annars, at ein nevndarlimur í Lærarafelagnum í grein í Skúlablaðnum hevur grein, sum eisini sipar til landsfundin, sum hann kallar: Bjóðar løgmaður av, ella bjóðar hann inn? Mítt svar er: Eg bjóði inn.

Við ynskinum um eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.