Aftursvar til greinina “Teir stóru eta teir smáu”

“Teir stóru eta teir smáu” var yvirskriftin á einari grein í fríggjadagsbløðunum, skrivað av heimasandsmanninum Sólvit Simonsen. Her rør hann uppundir, at leikaraúrvalið heiman á Sandi og í Havnini ikki eru heilt tey somu, og tað skal eg geva honum rætt.

Sólvit nevnir somuleiðis, at B71, sum á landsplan er eitt smátt fótbóltfelag, endiliga hevur ein dugnaligan leikara, sum felagið sjávlt hevur ælt. Men nú hendir tað, at hesin leikarin fær boðið ein møguleika at spæla við B36, sum er eitt av teim stóru feløgunum, og hvørs leikarapotentialið er nógv størri og betri.

Ikki bara hevur B36 betri leikarapotential enn B71, B36 hevur eisini betri fíggjarligar møguleikar enn B71, og hevur tí eisini betri møguleikar enn liðið av Sandoynni.

Kanska sær Sólvit hugtungt á hetta málið, og tað skal hann hava loyvi til, men soleiðis sum eg síggi tað, so er sonevnda profesionellisman komin til Føroyar. Ikki tað, tað er nøkur ár síðan at profesionellisman fór at gera vart við seg í føroyskum ítrótti, og serliga í fótbóltinum.

Profesionellisman sleppa vit ikki undan, hvørki B36 ella B71. Tað virkar fyri mær, at henda profesionellisman ikki er fallin til allastaðni. Má eitt felag, um tað er B36 ella B71 er í prinsippinuim undirornað, yvirliva í fótbóltinum í dag, so mugu pengar á borðið, og teir bestu fara har teir fáa góðar møguleikar at spæla. Sum bretin einaferð segði: That´s the name of the game.