Afturval á øllum plássum

Mett eftir avrikinum í Beograd, verður afturval yvir alla linjuna. Jónas Tór Næs er tó leikbannaður, men Jóhan Troest Davidsen prógvaði aftur hesaferð, at hann kann røkja alt í verjupartinum

Spælaraummæli

 

1. Jákup Mikkelsen, KÍ

Hóast truplar fortreytir, so hevur veteranurin og liðformaðurin mangan havt truplari dystir enn hesaferð. Uppgávurnar vóru ofta avmarkaðar til langskot og innlegg, og ta einu ferðina kom hann heilt skeivt út til eitt av innleggunum. Í aðrar mátar hevði hann tamarhald á øllum – eisini tá stútari tók í stólpan. Og sum ikki einaferð prógvaði hann virði í góðu fótbóltsbeinunum, sum bera við sær, at liðið altíð hevur eina eyka støð at spæla seg undan trýstinum.

 

2. Jónas Tór Næs, NSÍ

Hevur eftir bara tveimum dystum prógvað, at hann er eitt sjálvsagt val í landsliðshópinum. Í verjupartinum slapp beinleiðis mótstøðumaðurin sjáldan framvið, og í avspælinum var hann munin stinnari, enn hann vísti í Portugal. Og so eru longu innkøstini eisini ein framúr dygd, sum virkar sum eyka hóttan í standastøðum frammi á vøllinum og sum ein lætti í verjuspælinu, tá trýstið skal flytast. Endaði dystin keðiligt, tá hann eitt sindur klossut fekk seinna gula kortið, men tað er eingin ivi um, at steðgurin í landsliðshøpi bert verður hendan eina dystin.

 

3. Johan Troest Davidsen, NSÍ

Eftir at hava verið miðverji og høgri bakkur seinastu dystirnar, varð Johan hesa ferð fluttur yvir á vinstra bakk, og hann prógvaði enn einaferð sítt fjølbroytni. Var saman um tikið helst tann spælarin, sum stóð sterkastur í myndini, og sæð burtur frá einari einstakari ferð, slapp beinleiðis mótstøðumaður ongan tíð at baklinjuni. Hevði við deyðbóltar ótakksomu uppgávuna at taka sær av Nemanja Vidic, men hóast onkrar hornatøkur stóðust av hesum, so varð eisini tann parturin loystur til UG.

 

4. Atli Danielsen, Frem

Á sentrala miðvøllinum var Atli partur av einum ótrúligum arbeiðsavrikið, sum fyrst og fremst bar við sær, at tað sjáldan eydnaðist serbum at spæla seg beint gjøgnum miðásina. Tvey undantøk vóru í so máta um hálva tíman, men í aðrar mátar vórðu mótstøðumenninir støðugt noyddir at venda spælinum, tá roynt varð at spæla ígjøgnum mitt fyri. Var annars sjáldan serliga sjónligur í føroyska partinum av spælinum, men tað hongur nú eisini saman við lága feilprosentinum.

 

5. Jón Rói Jacobsen, Frem

Á minus-síðuni telur sjálvandi leiðslumálið, sum hann á óhepnan hátt kom at seta inn fyri serbarnar. Men talan var so sanniliga eisni um stór pluss. Ikki minst at hann ikki í eitt einasta sekund tóktist darvaður av keðiligu hendingini. Og undirstrikaði hetta við tvær ferðir at beina vandamikil innlegg burtur inni í sjálvum málteiginum. Breyt ein heilan hóp av mótstøðuálopum við fótum og høvdi, og hevði eisini yvriskot til eitt vandamikið rykk, har hann kundi fingið møguleikan at skora í hinum endanum, men ætlaða sendingin av veinginum kom tó ongan tíð innaftur.

 

8. Mikkjal Thomassen, EB/Streymur

Átti eins og Atli sín stóru lut í æruni fyri, at serbar sjáldan sluppu avstað við kvikum smáspæli eftir miðásini. Sum stýrimaður á miðvøllinum sýndi hann framúr dygdir. Kropsstyrkin og frekleikin gera eisini, at hann er ein tann týdningarmesti føroyski spælarin, tá bólturin skal haldast í egnari røð. Eisini hóast hann einar tvær ferðir kom í vandastøðu, tá hann tók tað mest sum ov róliga undir trýsti. Var eisini avgjørdur, tá hann í tveimum førum bara langaði til, so álop endaðu við langskoti heldur enn bólttapi.

 

9. Jákup á Borg, B36

Eftir at vera á beinkinum í Portugal var Jákup nú aftur á liðnum, og hann sannførdi eisini um, at hann enn ikki verður tikin uttan víðari á kantinum. Sum altíð var arbeiðsavrikið í verjupartinum framúr, og í nøkrum førum sýndi hann eisini góðan vilja at leita í tómrúm aftan fyri verjuspælararnar, men í tveimum førum átti hann tó at roynt innleggið, heldur enn at venda spælinum. Endaði dystin sum bakkur, tá Jónas hevði fingið reytt, og eisini tann partin loysti hann væl og virðiliga.

 

10. Christian Høgni Jacobsen, AB

Var í heldur óvandu støðuni sum sentralur miðvallari, har hann var tann framrættaði parturin av tríbólkinum. Og enn einaferð prógvaði hann, at hann sítt fjølbroytni. Vísti seg støðugt til reiðar at taka neyðugu túrarnar, tá føroyska liðið hevði møguleika at koma niðan eftir vøllinum, og sýndi eisini vilja og dirvi at bjóða av, tó at veruligar vandastøður ikki stóðust av hesum. Var eisini nóg kølin, tá bólturin skuldi spælast, og var soleiðis við til at halda bóltin í føroysku ketuni.

 

11. Símun Samuelsen, Keflavík

Varð hesa ferð í vinstra borði, og saman lagt mundi avrikið teljast millum tey bestu hjá Símuni á landsliðnum. Arbeiddi alla tíðina knallhart í verjupartinum, har hann stuðla bakkinum væl, og var støðugt til reiðar at taka túrin niðaneftir, um møguleikin beyðst til tað. Og fekk soleiðis sent nøkur hálvvandamikil innlegg innfyri. Noyddist skaddur av vøllinum eftir 70 minuttir, men er hann førur fyri at spæla, er lítil ivi um, at hann aftur verður á sama plássi mikukvøldið.

 

12. Andrew av Fløtum, HB

Eftir eitt ár í kuldanum kom Andrew bókstaviliga í hitan við plássi í byrjunaruppstillingini í serbisku grýtuni. Arbeiðstreytirnar vóru truplar, og tær betraðust ikki av, at Andrew onkursvegna kom sær í ringt ljós hjá russiska dómaranum, sum ikki gav einsamalla áleyparanum ein millimetur í kreditt. Arbeiðsavrikið gav tó prógv um, at HB’arin framvegis skal roknast við í landsliðshópinum, men tað kundi kanska verið ynskiligt, um hann ikki lá somikið djúpt á vøllinum, tí teinurin niðan í feltið gjørdist dekan ov langur, tá føroyska liðið hevði møguleikan til innlegg.

 

15. Egil á Bø, EB/Streymur

Eftir góða avrikið í Portugal vann Egil sær afturval í føroysku miðverjuni, har hann saman við Jón Róa stóð sera sterkur í myndini. Hevði sínar sjálvsøgdu trupulleikar av risastóra Zigic, men megnaði støðugt at órógva hendan í loftspælinum. Og tó at hesin heldur heppið kundi økja til 2-0 beint undan dystarloki, vísti veteranurin við bara tveimum landsdystum, at hann skal roknast millum okkara stinnastu verjuspælarar.

 

14. Bogi Løkin, NSÍ

Kom sum einasti innskiftari á vøllin, har hann fekk 20 minuttir at vísa sínar dygdir. Og í sannari arbeiðsøði prógvaði hann púrasta óimponeraður, at hann rættiliga harðliga bankar upp á dyrnar til pláss millum teir fyrstu ellivu.