Afturvald í nevndina hjá Heilsuhjálparafelag Føroya

Tá freistin at stilla upp til nevndarval var av, vóru tvey uppskot komin inn.

 

Tíðindaskriv frá Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Tey innkomnu uppskotini vóru sitandi nevndarlimir Ragna Vilhelmsdóttir og Svenn Martinsson, ið stóðu fyri vali í ár, og eru tey sostatt afturvald.

Nevndin hevur skipað seg við næstforkvinnu, eftir aðalfundin sum var 16. mars.

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Ragna Vilhelmsdóttir, næstforkvinna

Fríðhild Winther, nevndarlimur

Svenn Martinsson, nevndarlimur

Poula Jørgensen, nevndarlimur

Tiltakslimir eru:

Marjun Petursdóttir Jensen

Ann-Mari Jensen