AG København vann bronsu

AG København vann fyri løtu síðani bronsu í Champions League í manshondbólti. Í dystinum um triðja plássið spældi danska liðið ímóti týska liðnum Füchse Berlin, og her vann AG København við 26 málum ímóti 21.

AG København legði seg á odda longu í byrjanini, og í hálvleikinum var støðan 13-9. Eitt skifti í seinna hálvleiki var tað danska liðið seks mál frammanfyri, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna. Ein munagóð orsøk til tað var, at Kasper Hvidt spældi ein góðan dyst í danska málinum.

Finalan í CL-kappingini verður seinni í dag og er ímillum Atlético Madrid úr Spania og THW Kiel úr Týsklandi.