Against all odds

Arbeiðið á Føroya Løgtingi er tikið upp aftur, tað er ein vissur spenningur, men eisini kraftigar ábendingar um, at gongdin í tí stóra er tann sama, tað letur til at Føroyar eru 3 økir; Suðuroy, Sandoy og Tórshavn. Tað kemur fyri av og á gjøgnum ári, at onkur útoyggj verður nevnd

Vit hava júst fingið at vita, at arbeiðsloysi er minst á Sandoynni og stórst í Suðuroy og Norðoyggjum, fyri kvinnur er tað stórst í Norðoyggjum.

Vit hava eisini fingið at vita, at skúladepilin við Marknagil skal byggjast sum skjótast. Tað er onki sum bendur á, at Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin ikki vera gjørdir nú.

Suðuroyar-ætlanin skal førast út í lívi og landi skal fíggjað 100 % av røktarheimi í Suðuroynni.

Anstøðan hevur lagt fram uppskot um Trygdarmiðstøð í Klaksvík, men praksis er at niðurstemma anstøðumál, so tað verður ikki í ár at peningur verður settur av til Trygdarmiðstøðina.

Bara hesi nevndu mál, geva grund til fleiri spurningar.

Vit hava fólk í tinginum, sum slíta samgonguna, um so er, at peningur til Sandoyartunnilin ikki verður settur av í ár, eitt projekt sum er “totally far out”. Sandoyggin doyr út, um tunnilin ikki kemur nú, minst til, at túrurin til Havnar styttist við umleið 10 minuttum og tað er tað, sum skal bjarga Sandoyingum. Hvat er galið við støguni sum er? Sandoy hevur eina trygga farleið og hálvan tíma úr Skopun til Havnar. Á landfasta økinum eru tað yvir 20.000 fólk sum hava meir enn hálvan tíma til Havnar, fyri líka sum at halda fast við “bjargingini” hjá Sandoynni.

Hvat er tað sum heldur lív í Norðoyggjum? Tað er ikki ein yvirdosis av ellisheimum, ella øðrum almennum stovnum, men fólk sjálvi. Tað hevur ikki verið krav, at tað almenna hjálpur til. Tað tykist eitt sindur løgi, at man við sínum fullu fimm, sjálvur rópar um kunstigan andadrátt, so sum Suðuroyingar og Sandoyingar gera. Tað er enn meiri løgi, at tað virkar. Tað er sum at fáa heilivág fyri ein hálsbruna sum tey ikki hava, er tað ikki eitt sindur løgi?

Vegurin eftir vestaru síðu á Skálafjørðinum hevur kosta rættuliga nógv, men hvør er orsøkin til at man gjørdi tann vegin? Er nøkur serlig framleiðsla har úti, sum krevur eina autostradu av hesi verð? Rossahandil er kanska eitt so keðiligt orð, men býtishandil er tað so, hetta er heldur ikki eftir tørvi.

Landið hevur tey seinastu nógvu árini, brúkt eina øgiliga rúgvu av pengum uppá innkoyringina til havnar. Nær fer Landi at gera vegin frá Norðoyatunnilsvegnum til Ánirnar? Har er ein akuttur tørvur, men bara eitt dømi um manglar her norðuri, sum landið ikki vil vita av.

Til eina møguliga nýggja Trygdarmiðstøð, letur Klaksvíkar kommuna stykki. Fyri at fáa bústovn, skuldi kommunan og áhugabólkar berjast fyri at fáa. Útbyggingin av Tekniska skúla, var treyta av at Klaksvíkar kommuna legði umleið 4 mió. Í projekti. Letur Tórshavnar Kommuna stykkir undir somu treytum, ella noyðist tað almenna at keypa stykki, fyri at kunna halda fast um at stovnar skulu vera í Havn og er tað til marknaðarprís?

Nú skal depilin við Marknagil byggjast, var tað so ikki eisini passandi, at man bygdi út í Klaksvík? HF-skeiðið eigur helst vánaligastu undirvísingar hølir, burtursæð frá Hoydølum. Hevur nakar kanna møguleikan fyri at leggja HF í ein depil saman við einum enn størri tekniskum skúla og har afturat allar tær maritimu útbúgvingarnar. Hetta kundi alt ligi saman við eini granskingarpark, sunnast í Klaksvík. Hetta kundi eisini hjálpt uppá hølistrupulleikar hjá nýggja universitetinum, við tað at øll hølir hjá vinnu háskúlaum vildu blivi tøk.

Framleiðandi vinnan er ikki í Havn, men helst mest konsentrera í Klaksvík, allíkavæl sigur tilmælið at granskingarparkin skal liggja í Havn, hóast sagt verður at tað er so ógvuliga tíðandi at varveita eitt tætt samstarv við vinnuna, tað er vinnan sum seinni kemur at gjalda fyri brúk av parkini. Hetta minnur um ein hugburð, sum sigur at fjarlestur virkar bara, um tú býrt uttanfyri Havnina.

Er tað nakar, sum veit hvussu nógv miðfyrisitingin brúkar uppá flogferðaseðlar? Er tað nakar sum veit hvussu nógv av hesum peningini verður brúktur til keyp av ferðaseðlum frá ferðaskrivstovum sum liggja uttanfyri Havnina? Hvussu nógv brúkar tað almenna uppá at keypa ymiskar tænastur? Hvussu nógv verður brúkt uppá leiðu av hølum og til dømis keyp av innbúgvi? Hvussu nógv brúkar tað almenna uppá handverkarar? Hvussu stórur partur av hesum verður ikki brúktur í Havn? Jú, tað eru nógvar ábendingar um, at tað avgjørt hevur stóran týðning at vera plaseraður í Havn, hetta umfatar allar vinnugreinar.

Vilja tit prógva, at tit ikki bara vilja trekkja alt til Havnar, so komi norðureftir, tá tit hava fingið fíggingina av Marknagil projektinum uppá pláss. Her er nógv sum stendur fyri tørni. Landið kan møguliga byrja beinanvegin uppá vegin til Ánirnar. Fái fólk at hjálpa tykkum við at plasera eitt nýtt sjúkrahús, tað kundi passandi komi á fíggjarlógina fyri 2009, nakrar mió. Til projektering osv. Arbeiðið við at byggja nýggjan Tekniskan skúla er um at vera liðugt, haldi bara áfram har, so pláss eisini verður fyri HF-skeiðnum. At geva HF-skeiðnum góðar umstøður í Klaksvík, ger eina útbygging á Kambsdali minni átrokandi. Tann maritima depulin kunnu tit seta á fíggjarlógina í 2010, so verður møguligt hjá universitetinum at takað yvir hølini, sum Vinnu Háskúlin hevur við Nóatún. Um tit heita á Klaksvíkar kommunu, so vil hon helst gjarna hjálpa tykkum við at fáa kollegiu bygningar upp at standa tætt við skúlarnar.

Tað sær út til at ellisheimið á Viðareiði er við at steðga upp, landið kundi víst satt samhaldsfesti og átikið sær at fíggja alt ellisheimi á Viðareiði.

Sikken eitt ramaskríggj ið hevði verið, um landstýrið kom við hesum uppskotum, hóast alt hettar kostar minni enn Sandoyartunnilin og hann forbarmandi faðir, sum tað er stórur munur á nyttuni, sum samfelagið fær burtur úr. Tað eru umleið 10-12 ferðir fólkatalið á Sandoynni, sum hava hálvan tíma til Klaksvíkar, sama tíðin sum Sandoyingar hava til Havnar í dag.

Men hvussu kann man alt hetta, tá man hevur fólk sum Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg á tingið? Tað er fantastiskt at teir sleppa at seta samfelagið skak mat, eins væl og framtíðina hjá børnum okkara. Tað er óbúgvi.

Tað sær heldur ikki úti til at framgongdin her norðuri, uppá nakran máta, hevur samband við almenna útbygging, ella stuðlan. Tað so slett ikki við sitandi landstýri.

Framgongd her, er against all odds, men tað gongur. Hinvegin, so er helst ikki stórur ágangurin av Norðoya tingfólkum á lokalnevndina í Havn.