Team Klaksvík kærdi Kyndil, eftir uppfordran frá Hondbóltssambandinum, í fyrsta umfari í bestu deildini hjá monnum, tí Kyndil hevði ikki fingið spælaraloyvi hjá Rune Olsen upp á pláss. Tað lá í Viborg, har hann hevði gingið á eftirskúla.
Til ber at lesa úrskurðin hjá Aganevndini við at trýsta HER
Aganevndin kemur nú við einum úrskurði í málinum. Heimasíðan hjá hondbóltssambandinum skrivar:
Aganevndin hevur gjørt úrskurð í málinum um leikara hjá Kyndli, sum ikki hevði spæliloyvið í lagi til fyrsta dystin í kappingarárinum móti Team Klaksvík.
Málið uppstóð eftir at Kyndil, fríggjadagin eftir dystin, bað umsitingina hjá HSF um, at fáa flutt loyvið úr Viborg HK. Umsitingin gjørdi vart við, at leikarin hevði leikt undanfarnað vikuskifti, hareftir Team Klaksvík mótmælti óregliseminum.
Aganevndin vísir á, at sambært kappingarreglunum hava feløgini sjálvi treytaleysa skyldu til at tryggja sær, at ein leikari hevur leikrættindi fyri felagið. Er hetta ikki yvirhildið, er leikarin at rokna sum ólógligur, hareftir liðið tapir dystin. Við hesum er Team Klaksvík vinnari av dystinum við málmuninum 0-0.