Agentar hava ov nógva makt

Eftir at verjuleikarin Wes Brown noktaði at undirskriva seinasta sáttmálaboðið hjá Manchester United, hevur United venjarin, Sir Alex Ferguson valt at úttala seg um agentar og teirra makt

 

28-ára gamli verjuleikarin, ið er fríður agentur í summar, hevur noktað ein sáttmála, ið gevur honum £40.000 um vikuna fyri at verða veranda á Old Trafford, og Alex Ferguson sigur seg harmast um støðuna.

 

? Vit høvdu ikki bjóðað honum sáttmálan, um vit ikki høvdu álit á honum, men leikararnar í dag »liva í lummunum á teirra agentum«, segði United venjarin. ? Hetta er ein støða, sum eg harmist yvir. Wes hevur verið her, síðan hann var 12-ára gamal, men eg eri bangin fyri, at sovorðið hevur ongan týdning longur.

 

Agentarnar liva lívið hjá leikarunum, og um man er nøgdur við tað, fær man støðuna, vit nú eru í. Men hetta veit Wes væl, tí hinir leikararnar hava eisini fortalt honum tað, sigur Sir Alex Ferguson.