AGF´ari royndarvenur í Gøtu

Heimasíðan hjá GÍ skrivar, at 19 ára gamli danin, Lasse Borg, fer komandi dagarnar at royndarvenja í Gøtu. Lasse Borg er málverji og leikar við AGF.

Úr Gøtu vóna tey, at ungi danski málverjin hevur neyðugu dygdarnar til at vinna sær ein sáttmála við GÍ, sum vóru rættiliga óhepnir við skaðum á málmansplássinum farna kappingarár.