AGF floppar

Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá AGF í næstbestu donsku deildini. Stóra felagið úr Århus flutti úr superliguni seinasta kappingarár, men vegurin aftur til superliguna er ikki heilt so einfaldur, sum felagið kanska hevði roknað við. Í gjár spældi AGF á heimavølli ímóti Køge, har Henrik Larsen er venjari, og Køge vann dystin 2-1. Hildið verður, at AGF hevur besta liðið í donsku 1. deild, men í løtuni liggja teir úr Århus á sætta plássi við seks stigum fyri fimm dystir.