Agger er tann triði profilurin, ið innan stutta tíð hevur longt sáttmála sín við felagið, hinir báðir eru liðskiparin Steven Gerrard og arbeiðsgrevið úr Niðurlondum, Dirk Kuyt.
Hetta eru sera góð tíðindi fyri Liverpool, tí tað vísir, at vit ynskja at byggja víðari upp á ta framgongd, liðið hevur havt hetta kappingarárið. Daniel er enn ungur, men ein leikari við høgum kvaliteti, og hann er ein leikari, ið verður sera umráðandi komandi árini, sigur Rafael Benitez, venjari, við heimasíðuna hjá felagnum.
Í langa tíð hevur stórur ivi verið um, hvørt Daniel Agger fór at fáa sáttmálan longdan, og hetta hevur vakt sera stóran áhuga millum stórfeløg í Italiu og Spaniu.
Nú hevur Daniel Agger tó longt sáttmálan við fýra árum til 2014.
Agger kom úr Brøndby í 2006, og hevur leikt 76 dystir og skorað 6 mál fyri Liverpool síðan.