Tá ið AC Milan og Liverpool 23. mai spæla finalu í Champions League, verða helst fleiri góðir nærdystir at síggja millum Daniel Agger og Kaka. Nógvir verjuleikarar plaga at bera rósandi orð til kvika Kaka, og siga hann má haldast undir einum eyka eyga, men hesum vil danski verjuleikarin í Liverpool, Daniel Agger, ikki út við. Hinvegin sigur hann bart út, at hann ikki stúrir fyri honum.
- Vit møta slíkum leikarar hvørt vikuskifti, so eg stúri als ikki fyri honum, sigur sterki Daniel Agger við BT.
Kaka skoraði tilsamans trý mál í teimum báðum hálvfinaludystunum ímóti Manchester United. Hann hevur nú skorað 10 mál í 12 dystum í Champions League, og er hetta flest í kappingini.