Agger umhugsaði at gevast

Tað sigur Agger, nú hann langt um leingi aftur var at síggja sum partur av hópinum hjá Liverpool. Hetta, tá hann sat á beinkinum í 2-0 tapinum móti Chelsea.

- Eg ivaðist í, um hetta var tað vert. Tá tú nóg illa klárar at taka barnið hjá tær úr seingini, veitst tú, at okkurt er heilt álvarsliga galið, sigur hann við JyllandsPosten.

24 ára gamli Agger telist millum heilt væl dámdu spælararnar í felagnum, men bæði í fjør og í fyrraárið hava skaðar havt við sær, at dystirnir hava verið færri, enn Agger sjálvur hevði viljað tað.

Í summar hevur hann verið undir knívinum hjá serlækna, og nú røkist fyri, at hann aftur kann vinna sær fast pláss millum teir fyrstu ellivu hjá Liverpool.