Aggrasoppar vunnu Sement

Lívligi rappbólkurin fór við sigrinum í tónleikakappingini

Bólkurin Aggrasoppar vann Sement 2023

Í gjárkvøldið var finalan í tónleikakappingini Sement. Seks bólkar vóru í finaluni, og teir spældu ymiskar sjangrur av tónleiki.

Dómarabólkur metti um framførslurnar, og tey høvdu uppgávuna at finna vinnaran. Valið fall á Aggrasoppar, sum hevði lívliga og undirhaldandi framførslu. Dómarabólkurin helt, at framførslan var næstan sum sjónleikur, og tey hildu, at Aggrasoppar høvdu mest fullfíggjaðu framførsluna.

Nimbus Tópus varð nummar 2, og Benjamin Rajani varð nummar 3.

Danski SPOT festivalurin og G! Festivalurin valdu eisini hvør sín bólk at spæla á teirra tiltøkum.

SPOT valdi vinnaran Aggrasoppar, og  G! Festivalurin valdi Benjamin Rajani.

Nimbus Tópus varð nummar 2

Benjamin Rajani varð nummar 3

Bólkurin Aggrasoppar vann Sement 2023

Nimbus Tópus varð nummar 2

Benjamin Rajani varð nummar 3