Teir donsku hondbóltsmeistararnir hjá monnum, AG København, skulu spæla ímóti spanska liðnum Atlético Madrid í hálvfinaluni í Champions League.
Danskir hondbóltseygleiðarar eru á einum máli um, at lutakastið er ikki serliga heppið fyri AGK, tí Atletico Madrid er eitt sterkt lið. Liðið er í løtuni á 2. plássi í teirri sponsku kappingini, tvey atig aftan fyri Barcelona.
Danir høvdu vónað at møta týska felagnum Füchse Berlin, sum verður hildið vera tað veikasta liðið í hálvfinalunum. Men her verður talan um eina týska uppgerð millum Füchse Berlin og THW Kiel.
Hálvfinalurnar í ársins CL verða í Køln tann 26. mai, og finalan verður dagin eftir.