Tað er lítið sum broytist í føroyskum hondbólti. Nøvnini á mótstøðumonnunum eru nærmast tey somu á hvørjum ári, og tú spælir móti somu liðum fýra ferðir um árið.
Hann vísir á, at umstøðurnar í Kollafirði eru betri.
- Eg havi sagt við leiðsluna í VÍF, at vit hava tørv á nýggjum spælarum, men tað hendir einki. Tað er lítil framgongd í Vestmanna, og tað er ikki stuttligt at venja og spæla, tá tú hvørki merkir framgongd ella afturgongd. Nú fái eg eina nýggja avbjóðing, og tað er júst tað, eg havi tørv á, um hugurin at spæla hondbólt ikki skal fána burtur.
Men er tað ikki júst í slíkum støðum, at tú, sum landsliðsleikari og undangongumaður, skal ganga á odda og syrgja fyri, at støðan verður broytt?
- Jú, tað kanst tú siga. Men eg eri ikki førur fyri tí í løtuni, og tí noyðist eg at royna okkurt annað, um eg ikki skal steðga fullkomiliga upp. Konan spælir eisini flogbólt við KÍF, og venjingartíðirnar hjá henni og mær samsvara væl, so vit hava ikki tørv á barnagentu.
Leysasøgur vilja vera við, at tú hevur skift, tí tú vil ikki spæla undir Dia Midjord. Passar tað?
- Nei, tað er einki um tað. Eg eri eisini spurdur um tað, tí vit skeldaðust í sjónvarpinum undir eini steypafinalu fyri nøkrum árum síðan. Men tað hevur einki við tað at gera. Eg havi tørv á nýggjari avbjóðing, og eg havi longu kensluna av, at eg taki meg fram. Jan Ottesen, venjari, hevur passandi strævnar venjingar, og tað er júst tað, eg vil hava. Hugurin er komin aftur, sigur Agnar Joensen.