Sunnudagin 29. apríl verður Agnas Jakobsen í Havn 70 ár. Agnas er dóttir Jóhonnu og Hans Sundstein. Agnas er uppkallað eftir ommu síni í móðurættini, sum eisini æt Agnas.
Tá Agnas var liðug við realskúlan fór hon at arbeiða hjá Miu Trond Jensen, tannlækna. Seinni fór hon at arbeiða á skrivstovuni á Dr. Alexandrines Hospital. Hetta man hava skapt áhuga fyri sjúkrasystrayrkinum, og hon fór niður til Danmarkar at læra til sjúkrasystir á Bispebjerg hospitali.
Nakað samstundis fer Sofus Jakobsen úr Klaksvík niður at lesa til verkfrøðimg. Tey hittast, og tað rennur saman teirra millum niðri, og tey giftast í 1959. Tað kann verða nevnt, at Sofus var uppkallaður eftir pápabeiggjanum við sama navni, sum gekk burtur við Immanuel í 1932, fyri júst 75 árum síðani.
Í 1969 flyta tey heim aftur til Føroyar at búgva. Sofus byrjar sína ráðgevandi verkfrøðingastovu í Havn, og Agnas fer at arbeiða sum sjúkrasystir. Fyrst arbeiddi hon í nógv ár á B 6 á landssjúkrahúsinum, og frá 2003, og til hon gavst, arbeiddi Agnas á Lágargarði.
Agnas og Sofus fingu børnini Árni, Bjarni, Finn og Elin. Synirnir búgva í Havn og dóttirin í Danmark.
Beint undan jólum 2003 doyði Sofus brádliga, bert 68 ára gamal. Hetta var sjálvsagt ein stórur smeitur hjá allari familjuni, men Agnas kláraði at fóta sær aftur. Synirnir megnaðu eisini at føra fyritøkuna hjá pápanum víðari.
Í fjør giftist Agnas upp aftur við Eyðálv Joensen, suim eisini hevði mist konuna. Hann er ættaður úr Vági, men tey hava eisini búð í Danmark. Hann er útbúgvin skipsførari, men hevur eisini arbeitt m.a. í spaiikassa. Børnini hjá Merry, sum var ættað úr Klaksvík, og Eyðálv, eru Anna Katrina og Pól. Dótturin býr í Havn, og sonurin er trúboðari í Papa New Guinea.
Mítt samband við Agnas stavar upprunaliga frá, at mammur okkara eru uppvaksnar í sama túni í Konradsbrekku í Havn, og her búgva framvegis næstu ættarliðini í sama grannalagi.
Seinnu árini hava okkara lagnur krossast, og nú síggjast vit javnan. Sigast kann, at eitt eyðkenni fyri Agnas er, at hon er eitt familjumenniskja. Hetta er fyrst og fremst galdandi fyri hennara egnu, børn og ommubørn. Men hon er eisini ættarkær longur enn tað, og er Agnas trúføst at vitja ikki minst eldra ættarliðið í ættini.
Agnas er fróðarfólk og fylgir væl við tí, sum hendir í samfelagnum. Tað er altíð hugaligt at koma á tal við hana við hennara positiva lyndi.
Eisini dámar Agnas væl at ferðast, og hon er komin víða. Tey bæði eru eisini burturstødd føðingardagin.
Tað verður ynskt Agnas hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum!
ó.