Aguero brúkar minst tíð

Í mun til dystir og minuttir, er Sergio Aguero tann mest vandamikli áleyparin í Premier League nakrantíð

Argentinski framherjin hjá Manchester City, Sergio Aguero, er í løtuni toppskjútti í Premier League við 14 málum.

 

Og ein greining á dailymail vísir nú, at Sergio Aguero er tann leikarin í Premier League nakrantíð, ið skal brúka minst tíð til at skora eitt mál.

 

Av øðrum leikarum á listanum, eru millum annað Thierry Henry, Ruud Van Nistelrooy og Alan Shearer.

 

Top 10 listin yvir teir mest vandamiklu áleypararnar í Premirr League nakrantíð, sær annars soleiðis út:

 

1. Sergio Aguero – 101 dystir – 66 mál – 7126 min leiktir –           108 min pr mál

2. Thierry Henry – 258 dystir – 175 mál – 21313 min leiktir –        121,8 min pr mál

3. Ruud van Nistelrooy – 150 dystir – 95 mál – 12178 min leiktir – 128,2 min pr mál

4. Javier Hernandez – 102 dystir – 37 mál – 4794 min leiktir –       129,6 min pr mál

5. Robin van Persie – 266 dystir – 138 mál – 19084 min leiktir –     138,3 min pr mál

6. Edin Dzeko – 118 dystir – 48 mál – 6656 min leiktir –                138,7 min pr mál

7. Luis Suarez – 110 dystir – 69 mál – 9577 min leiktir –                138,8 min pr mál

8. Daniel Sturridge – 142 dystir – 58 mál – 8078 min leiktir –         139,3 min pr mál

9. Alan Shearer – 441 dystir – 260 mál – 38183 min leiktir –          146,9 min pr mál

10. Ole Gunnar Solskjær – 235 dystir – 91 mál – 13927 min leiktir – 153 min pr mál