Manchester City vann í gjár heili 6-0 á Chelsea og liggur nú aftur fremst í Premier League. Hetta skuldi annars verða ein av teimum torføraru dystunum, sum Manchester City hevur eftir í landskappingini, men tað endaði við eyðmýking.
Argentinska stjørnan hjá Manchester City, Sergio Aguero, skoraði hattrik. Hetta er 11. ferð, at hann hevur skotið hattrik og tað er eins nógv og Alan Shearer megnaði í síni tí. Hóast Alan Shearer við sínum 260 málum í Premier League eigur samlaða metið, so hevur Sergio Aguero nú skorað líka nógv hattrik sum enski áleyparin.
Bretskir miðlar hava í allan gjár og í dag sett spurnartekini við venjaran hjá Chelsea. Hann bleiv eftir dystin spurdur um hann hevði hoyrt frá tiltikna eigarunum, Roman Abramovich. Maurizio Sarri skal hava svarað, at um hann hoyrdi frá honum, sum hevði hann verið glaður – tí tað hevur hann ikki higartil.
Eftir dystin helt fyrrverandi venjari hjá Liverpool og viðmerkjarin hjá Sky Sports, Graeme Souness, fyri at Liverpool nú skal vinna allar dystirnar hetta kappingarárið, fyri at vinna Premier League.
Premier League 26. umfar:
Fulham 0 – 3 Manchester United
Crystal Palace 1 – 1 West Ham United
Huddersfield Town 1 – 2 Arsenal
Liverpool 3 – 0 AFC Bournemouth
Southampton 1 – 2 Cardiff City
Watford 1 – 0 Everton
Brighton & Hove Albion 1 – 3 Burnley
Tottenham Hotspur 3 – 1 Leicester City
Manchester City 6 – 0 Chelsea
Í kvøld:
Wolverhampton Wanderers - Newcastle United
(Livescore.com)
1
27
54
65
2
26
44
65
3
26
29
60
4
26
17
51
5
26
16
50
6
26
16
50
7
25
1
38
8
26
0
37
9
27
-3
33
10
26
-7
33
11
26
-10
33
12
26
-3
32
13
26
-7
27
14
26
-11
27
15
26
-18
27
16
26
-23
25
17
25
-12
24
18
26
-16
24
19
26
-33
17
20
26
-34
11